leygardagur, 14. februar 2015

FM-finalan í nánd


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Nú er so alt steyparokið av. Bestaliðið megnaði enn aftur ikki at røkka stuttligu finaluni, meðan ungdómurin gjørdi tað.

Fleiri enn ikki vunnu, men allíkavæl eru vit ikki heilt nøgd. Gentur 12 og 14 burdu vunnið, men tað var tepurt, og øll lið, eisini gentulið, hava loyvi at hava ein day-off ella vera í ringum formi.

So er. Ronaldo vinnur ikki altíð, og tað ger H71 heldur ikki.

Men tað er FM-kappingin, ið trúliga telur. Her er tungvektarin. Eisini fyri bestuliðini. Og okkara bestalið, AA-liðið, hevur avrikað væl í landskappingini seinnu árini, síðani svørtu kollveltingina. Sera væl. Tríggjar finalur av seks, harav tvær vunnar. Ikki so galið.

Og aftur í ár liggja vit væl í svinginum. Tað er um hesa tíð, føstulávintstíð, at tað handlar um eitt: at vera har ella harum nú tá ið innkoyringartíðin er á skrá. Endabresturin er á okkum, so tað er nú, og ikki í næsta dysti, at stigini skulu fáast til hølvdar.

Eg endurtaki, eg tími ikki, eg finni meg ikki í einum páskum uttan H71 í FM-finaluni. Og tí fer tað at vera vit, og ikki Kyndil, sum skal hitta VÍF í FM-fnaluni um hesa aðramáta familjumennandi halgutíð. Eitt er so vist, Djóni kann gott gloyma alt um avlopskøku, um vit kortini ikki enda í hesi bergtakandi mano i mano-orrustu.

Og tá tað júst er Kyndil, vit mest sannlíkt koma at stríðast við um at fylgjast vestmenningum í finaluna, er sunnudagurin ein veruligur 4-stigari. Tí tað er nevniliga grøna havnarliðið, sum hoyvíkingar møta.

Og tað er sunnudagin. Vinna vit, tá eru vit tvey stig aftanfyri við einum dysti færri. Tað vil siga, vit kunnu koma javnt. Og, betri enn tað, um vit vinna á Kyndli, tí "innanhýsis" kann saktans gerast ein avgerandi spælari, so tætt sum tað tykist at blíva.

Vit hava heimadyst, og hetta plagar at borga fyri fyrimuni. Men tað er nú kanska eitt ivamál, Og serliga ímóti havnarliðunum. Tí í steypakappingini høvdu vit góðar dystir ímóti ávikavist Kyndil og Neistanum, fyrstnevndi ein uppvísingardystur í tempo og konsentratión. Ikki avslutningum, men tað eru vit nú vorðin so vand við: at teir hoppa upp, fleiri metrar enntá, heilt einsamallir við málmanninum, blunda ella klípa eyguni so nógv saman, at tú skuldi trúð, at hetta var teirra tólvti tími í Sahara, fyri síðani at buldra til í sjokolátuhædd. KIKS!

Men so royna vit aftur... KIKS. Og aftur... KIKS. Aftur... KIKS. Og aftur... MÁL.

Heima, tó, taptu vit ímóti Team Klax í Coca Cola, síðani ímóti Neistanum, sum kostaði okkum Steypafinaluna.

Um vit ikki raka dagin, tað er so mumbusikkurt, so tapa vit, tí Kyndilsa botnniveau er ikki serliga lágt. Tað eru teir ov garvaðir til. MEn raka vit dystin, íðan, so er mótstøðan inferiør. Eisini VÍF.

So nú er at visualisera sær tað, ið fer at optimera tað, ið helst skuldi kulminerað í einum góðum hondbólts-sunnudegi. Til tað krevst stúvstappað høll og finala-fyri-at-koma-í-finalu stemningur.

Vit gleða okkum til dunnudagin kl. 16, og tað er í Hoyvíkshøllini.

Framtíðin er svørt, so kolasvørt, so Koyrið Á Maskinuna!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com