sunnudagur, 15. februar 2015

Munurin var 4 mál og 6 brend brotskøst


H71-Kyndil: 22-18 (11-8)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Hetta var ikki flottur hondbóltur, men meira stórur vilji til at vinna hjá báðum.

Dysturin í dag var ein “dubultstigadystur”. Vann Kyndil, so vildi tað verðið ein heldur torfør uppgáva at berja seg í finaluna, og samstundis skuldu vit helst eisini havt eina góða portión av hepni afturvið. Tíbetur gekk dysturin júst sum hann skuldi, og vit vunnu við 4 málum. H71 spælir nógv betur, tá uppgávan er greið, og tað vístu teir eisini í dag.

Í stuttum kunnu vit siga um dystargongdina, at tað leikaði javnt á teir fyrstu 20 min. Fyrst gekk betur hjá H71, síðan ein løta við Kyndli, og teir seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki gekk so mikið væl hjá H71, at dysturin í veruleikanum varð vunnin hesa løtuna. Við hálvleik var H71 frammanfyri 11-8, og hesa leiðsluna megnaði Kyndil ongantíð at gera nakað við.

Í seinna hálvleiki øktist munurin spakuliga upp í fimm mál. Hetta var um miðjan seinna hálvleik. Kyndil valdi at mansverja Mark, og spælið hjá teimum sýntist at rigga, tí munurin hevði lindi til at minka. Eina løtu vóru bara tvey mál á muni. Dysturin endaði tó við, at H71 vann við fýra málum. Støðan gjørdist 22-18.

Dysturin var sum heild spennandi, og tað sást beinanveg, at týdningurin var stórur fyri báðar partar. Hetta var ikki flottur hondbóltur, men meira stórur vilji til at vinna hjá báðum. H71 verjan riggaði nú aftur soleiðis, sum vit hava sæð hana fyrr í ár. Dysturin varð vunnin í verjuni. Sigmundur Dahl var eyðsýndur og stríddist óføra væl. Í dag stóð Tóraldur fyri tað mesta í málinum, og tað gekk heilt væl. Menn vóru mobilir, árvaknir og hjálptu hvørjum øðrum væl. Tað var ikki ofta, at tú sást eyðsýndar verjufeilir.

Í verjuni høvdu vit Sigmund (D), og í álopinum høvdu vit SIGMUND (N), báðir stórir og sterkir. Tað var ein fragd at síggja Sigmund arbeiða á strikuni, og hvussu væl tað gekk at fáa brotskast. H71 fekk 8 brotskøst, og - haldi tykkum fast - Mladen bjargaði seks ferðir. Vit kundu í ringasta føri tapt dystin av hesi orsøk. Fleiri royndu seg, men illa gekk.

Aftur í dag vísti Mark sítt virði. Tíbetur varnaðust teir í Kyndli ikki vandan, fyrr enn ov seint var. Mark skoraði 7 ferðir, meðan Rúni hjálpti væl til við 5 málum. Hjá Kyndli var, sum ikki einaferð, David Edvardsen toppskjútti, hann fekk seks mál. Stuttligt er at síggja, hvussu væl hann dugir at skjóta og at fáa málmannin at fara til skeiva síðu. Tíbetur fingu vit vart væl fyri, soleiðis at tað ikki gjørdist so lætt hjá honum. Her var Bogi ein brandur.

Tað sást á manningini at nógv var uppá spæl. Pláss var ikki fyri minni royndu leikarunum. Og nú er at spæla kortini rætt. Sigurin í dag hevði ómetaliga nógv at siga. Vit hava nú vunnið tveir av trimum dystum móti Kyndli, og málmunurin er fýra mál. Í fall at H71 og Kyndil enda jøvn í stigum á einum deildum 2.- 3. plássi, so er tað innanhýsisdystir í telja fyrst. Vit hava ein dyst eftir og hann skulu vit bara ikki tapa við meiri enn trimum málum (um tað kemur so langt). Vit fara sjálvsagt eftir einum greiðum øðrumplássi (nr. 1 er helst ov høgt sett).
Mikudagin spæla vit í Kollafirði, meðan Kyndil spælir móti VÍF. Vit vóna sjálvsagt, at Kyndil tapir, og at vit vinna stórsigur á KÍF. Koyri á dreingir !!!


Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com