hósdagur, 19. februar 2015

H71 vann við 9 málum


KÍF-H71: 18-27 (7-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Nú kann alt henda. Tað er slett ikki víst, at tað verður VÍF í finaluni.

Onki bendi á, at uppgávan skuldi blíva so løtt, sum hon varð, men tá eitt korter var farið av dystinum, var leikluturin hjá vertunum útspældur. Teir høvdu ikki meira at geva. H71 justeraði turbo'ina, og síðan koyrdi lokomotivið mest sum uttan trupulleikar allan teinin til sigurs. Vit høvdu meiri luft, maskinan hevði meiri kraft, og okkara men høvdu eisini væl meiri vilja.

Dysturin byrjaði tó ikki væl. H71 spældi snøgt sagt alt annað enn gott, hvørki í verju ella álopi. Soleiðis gekk í 15 minuttir, men so var liðugt. Menn tóku seg saman, og spælið riggaði betur. Hjá heimaliðinum riggaði onki, slettis onki. Allir menn høvdu ein “off” dag, møguliga úti á vinstra vongi var eitt undantak. Lat okkum vóna, at tað bara ikki var teirra dagur, tí enn er ov nógv eftir av kappingini at byrja at fyrireika seg til næsta kappingarár.

Tað var gott at síggja ágrýtni hjá monnum. Tað bleiv skift nógv millum spælarar, og tí er ilt at meta um, um spælitíð var líkt mettum avriki, men tað var gott at síggja Hall í sínum vanliga stíli aftur, og ein ágangandi Hans Kára. Kanna vit eftir á dómaraseðilinum sæst, at avrikið er heldur óvanligt. Málskjótaralistin er langur og ongin hevur dominans. Hetta merkir, at mest sum allir hava hótt og skotið mál. Mark, sum hevur verið ein ordans knassi seinastu nógvu dystirnar, lat aðrar koma framat. Tó er hann skrivaður fyri seks mál.

Longu við hálvleik vóru greiðar ábendingar um, hvussu dysturin fór at enda, støðan var 12-7 til H71. Onkra løtu í seinna hálvleiki vóru 10 mál á muni, og tað var ikki meira, enn at tað sást sveitti á okkara monnum.

Nú tað stundar til at kappingin um finaluplássini kemur út í eina krittiska fasu, so er neyðugt at spæla trygt. Bestu og royndastu leikararnir manna liðið frá byrjan. Tá ein løta var eftir og dysturin mettur tryggur til okkum, vórðu ungu leikararnir sendir á vøllin. Hetta var ein fragd at síggja, og vit hava nógv gott í væntu. Tróndur megnaði at skora fýra mál uppá stutta løtu og vísti avbera gott spæl. Dysturin endaði við einum 9-máls sigri, 27-18.

Í Havn var dystur millum Kyndil og VÍF. Har vann Kyndil við tveimum málum. Hetta ger, at gloppið upp til oddaliðið (VÍF) er vorið 1 stig millum Kyndil og VÍF (tó hevur Kyndil leikt ein dyst meiri) og 3 stig millum VÍF og H71. Hetta er at kalla onki, og nú kann alt henda. Tað er slett ikki víst, at tað verður VÍF í finaluni. Í hvussu er, so skulu vit bara vinna alt, sum er at vinna, so eru vit í finaluni. Koyri á, júst sum tit gjørdu í kvøld !!!

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com