týsdagur, 24. februar 2015
Nú gongur skjótt. Slag um slag. 8 dystir eftir. Og í annaðkvøld um hálvgumtíggju-tíðina bert 7 dystir eftir.
Og sunnudagin seint seinnapartin bert 6 dystir eftir. Og so víðari.
Tað er í hesum døgum, at venjingin skal streymlinjast og tungan skal varðveitast so mitt í munninum.
Í morgin taka vit ímóti Team Klaksvík. Hetta er ein ómetaliga umráðandi dystur, tí eftir langa tíð í hølunum á Kyndli kunnu vit, við sigri, loksins afturumleggja vindorkuna.
Vit eru betri innanhýsis og í málúrtøku. Tí á øðrum plássi. Og tá Kyndil ikki spælir, tí teir hava leikt ein dyst fleiri enn vit, ja, so býðst eitt unikt sálarligt høvi endiliga at gera bart og ikki hyggja afturum.
Men hetta er dystur ímóti Bogdan & Co. Og júst sum vit sóu í januar, so eru teir harnorðuri ein óhugnaligur gloypibiti, tá teir fyrst hava hasa neyðugt spæligleðini og marginalarnar sínumeðni.
Væl er tað Kyndil, vit kanska helst ella fyrst og fremst skulu royna at koppa, men frá at hava verið FM-klárir, eru Ingasa menn ikki longur tað.
Og tað er effinett her, í kvøld og síðani sunnudagin, at kollfirðingar kunnu koma at spæla ein avgerandi leiklut um hvør endar í FM-finaluni í apríl.
Tí samtíðis sum vit royna at basa klaksvíkingum í Hoyvík, eru føroyameistararnir frá í fjør og fyrraárinum í Vestmanna og redda nakað av tí stoltleika, teir hava mist í ár.
Eydnast tað ikki, og tað loyvi eg mær so stórliga at ivast í, óansæð hvørjir trupulleikar vestmenningar nú einaferð mugu dragast við, so hava teir enn eitt skot í byrsuni, tá teir heima hitta Kyndli. Hetta sunnudagin.
Klára Weyhe-brøðurnir at vísa sín innara mátt, og Hans Eli tað, at hann ikki er tengdur at Selvig, og annars Ási tað, at hann fyri kortum taldist millum landsins skilabestu spælskiparum, íðan, so rokni eg faktiskt við, at teir klára at nápa eitt sitg ella tvey frá fýra møguligum.
Men so skulu skjótari trukkar á kaiina enn tað, teir vístu síðsta mikudag. Annars kann tað gera tað sama, og H71 skal bara hugsa um at avgreiða sín egna setning. Hvat sikkurt eisini er besta atgonga til slíkan endaspurt.
So sigur í annaðkvøld, og so fáa vit at síggja, um vestmenningar klára at seta seg upp ímóti tí, sum tey seinastu 4 árini hevur víst seg at hava verið ein aldutoppandi nærrivalur, bæði í hondbólti og, sambært sær sjálvum, fjepparafjøld.
Koyr Á Maskinuna!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |