sunnudagur, 1. mars 2015

Tvey heldur strævin stig


StíF-H71: 28-26 (11-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Vit fingu 10 brotskøst, meðan heimaliðið bara fekk eitt.

Strandingar eru altíð strævnir at spæla ímóti á heimavølli, og tað ber ikki til at kanna sær bitan frammanundan. Soleiðis var eisini í dag. H71 var stavnin frammanfyri (at kalla) allan dystin, men strandingar hingu í og mundu hála seg framum til seinast. Hetta eydnaðist tó ikki, og vit vunnu við tveimum málum, sum var áleið soleiðis, ið avrikið var.

Um dystin kunnu vit stutt siga, at StÍf var betri ta fyrstu løtuna. Eftir 10 minuttum var støðan 6-3 til StÍF, og tað sá ikki heilt gott út hjá okkum. Verjan var als ikki komin á pláss. Hetta rættaði seg tó í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, og síðan gekk javnt betur og betri. Tað sá í veruleikanum út til at kunna blíva til nakað stórt. Støðan við hálvleik var tó 12-11 til H71.

H71 økti um leiðsluna og var frammanfyri við 4 málum um miðjan annan hálvleik. Tað var her, dysturin varð vunnin. Heimaliðið mannaði seg tó upp og megnaði at koma upp á javnt tríggjar minuttir fyri leiklok. Dysturin kundi tá fara báðar vegir, men við góðari tilrættaleggjan frá bonkinum, so vóru okkara royndastu menn á vølli, og tá StÍf gjørdi tveir tekniskar feilir seinastu løtuna, ja so kostaði tað teimum sigurin. H71 fekk tvey mál afturat, meðan Stíf onki fekk. Endaliga støðan gjørdist ein tvey-máls sigur við úrslitinum 28-26.

Hetta liðið hjá strandingum er ungt og evnaríkt. Hetta koma vit at síggja næsta ár. Tá eru teir eitt ár eldir, hvør sær eitt sindur styrktir, og hartil so mikið væl meiri royndir, at hetta fer at síggjast í úrslitunum. StÍF megnar framhaldandi at ala fram skjúttar. Á hesum liðinum eru fleiri evnaríkir skjúttar, og tað merktu vit í dag. Eitt annað, sum er sermerkt, er høg leikferð og long bóltskift, úr einum enda í hin. Hevði satt at siga roknað við, at teir fóru at renna seg móðar, og at hetta at enda fór at gera mun, men so varð ikki. Teir orkaðu ótrúliga væl.

Vit spældu ikki framúr væl, men tó ikki illa. Verjan riggaði stak illa fyrstu løtuna, meðan álopið riggaði heldur betri. Eitt sermerkt fyri hendan dystin var, at vit fingu 10 brotskøst, meðan heimaliðið bara fekk eitt. Av teimum 10 fór 8 í mál. Upphavmaður til flestu av brotskøstunum er Sigmundur Nolsø, sum hevur ment seg ótrúliga nógv og er nærmast ógjørligur at temja, tá hann hevur fingið bóltin á strikuni. Mark stendur skrivaður fyri 11 mál og av hesum eru 8 uppá brotskast. Avrikið má metast javnt gott, og tað var ikki reiðiliga nakar, sum skaraði framúr.

Næsti dystur er um eina viku. Tá spæla vit ímóti Neistanum. Lukkutíð er hetta niðri á Hálsi, tí teir hava roynst okkum illa heima í Hoyvík. Tit kenna setningin, allir dystir skulu vinnast. Onki annað kann brúkast, so spenni tykkum út og geri tykkara allarbesta!

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com