mikudagur, 4. mars 2015

Hvør kemur í finaluna?


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Gitingar um endan av hondbóltskappingini í Atlantic Airways Deildini í hesum leikárinum.

Átjan umfør eru leikt, og seks dystir eru eftir. Úrslitatalvan er í tveimum bólkum VÍF, H71 og Kyndil liggja í einum bólki fyri seg, og síðan koma Neistin, KÍF, StÍF og Team Klaksvík. VÍF er ovast við 28 stigum, meðan H71 og Kyndil liggja jøvn við 25 stigum hvør. Neistin, sum hevur 18 stig, og KÍF, sum hevur 15 stig, hevur enn ein teoretiskan møguleika fyri at koma í finaluna, men her fara vit at meta hetta 100% ósannlíkt.

Fyri at gera tað lættari vilja vit bert tosa um dystir, har hesi trý ovastu liðini spæla. Soleiðis, sum liðini hava spælt í seinastuni, sær út til, at Team Klaksvík og KÍF hava meldað seg úr fyri í ár. Teir vinna ikki fleiri stig móti teimum ovastu trimum liðunum. Síðan hava vit Neistan, sum ein góðan dag kann vinna á øllum liðum. Spurningurin er bara, um teir eru tendraðir, og tað vil eg meta, at teir verða móti Kyndli og H71. So her kann annað av oddaliðunum seta stig til. Spurningurin er bara hvør?

StÍF hevur eitt gott lið, men teir eru enn nakað óroyndir. Eisini her vil eg meta, at okkurt av oddaliðunum kann seta stig til. Spurningurin er aftur bara - hvør?
Onki er avgjørt enn, og enn ber til hjá H71 og Kyndli at leggja seg á odda í kappingini. Úrslitini skulu sjálvsagt falla soleiðis, at VÍF setir stig til, meðan Kyndil ella H71 ikki missa.

Teir avgerandi dystirnir eru hesir níggju: StÍF- VÍF, Neistin- H71, Kyndil-StÍF, VÍF-Neistin, H71-VÍF, Neistin –Kyndil, Kyndil-H71, VÍF-Kyndil og H71-StÍF. Serliga týdningarmiklir eru hesir: H71-VÍF, Kyndil-H71 og VÍF-Kyndil. Hetta eru sokallaðir fýra-stigs-dystir.

VÍF er í eini serstøðu, tí teir eru trý stig frammanfyri H71 og Kyndil. Teir hava sostatt ráð til at snáva trý stig og kortini liggja fremst.

Innanhýsis eru VÍF nógv best fyri. Teir hava vunnið tvær ferðir og tapt eina ferð móti Kyndli, men málmunurin er 11-0 til VÍF. Hetta ger, at sjálvt um Kyndil vinnur seinasta dystin, so verður hetta neyvan við 11 málum. H71 hevur tapt allar tríggjar dystirnar móti VÍF, so har er VÍF greitt betur, líkamikið hvussu úrslitið av seinasta dystinum verður.

Tað kann væl vera, at VÍF, Kyndil og H71 vinna allar dystir. Onkur má tó seta stig til í innanhýsis dystum. Til dømis kundi tað háttað seg soleiðis, at VÍF tapti móti bæði H71 og Kyndli. Tá vildi VÍF mist 4 stig í mun til H71 og Kyndil, men H71 og Kyndil skulu eisini spæla ein innanhýsis dyst sínamillum. Endar hesin javnur, verður VÍF nr. 1. Vinnur annar, verður úrslitið, at vinnarin verður nr. 1, og VÍF verður nr. tvey. VÍF skal soleiðis seta stig til í onkrum av teimum “løttu” dystunum fyri at enda sum nr. trý.

Samanumtikið er sostatt reiðiliga víst, at VÍF verður annað liðið í finaluni.

18. mars spæla H71 og VÍF. Um vit rokna við, at H71 hevur vunnið sínar dystir frammanundan, so er VÍF dysturin ein veruligur lagnudystur. Vinnur H71, so eru sannlíkindini sera góð fyri einum finaluplássi. Seta vit stig til, so skulu vit vinna á Kyndli.

Niðanfyri er talva við mettum sannlíkindum fyri, hvussu teir týdningarmiklu dystirnir fara at enda. Verður úrslitið sum spátt, verða tað VÍF og H71, ið spæla í finaluni.
 

Áhugaverdu dystirnir Sannlíkindi Neistin fær stig StÍF fær stig Gitt úrslit
StÍF - VÍF  30-65    ? 2(x)
Neistin - H71  40-60  ?    2
Kyndil - StÍF  65-35    ?  1(x)
VÍF - Neistin  75-25  ?    1
H71 - VÍF  55-45      1(x)
Neistin - Kyndil  45-55  ?    2(x)((1))
Kyndil - H71  45-55      2
VÍF - Kyndil  70-30      1
H71 - StÍF  65-35   ?  1


 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com