10. mars 2015

Vit vunnu við einum málið


Neistin-H71: 24-25 (11-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Ein næstan ov spennandi dystur fyri okkum hoyvíkingar.

(Ein eitt sindur seinkað dystarfrásøgn frá Atlantinc Airways dystinum sunnudagin)

Prognosan spáddi sannlíkindini at vera 40-60 í dystinum millum Neistan og H71. Veruleikin vísti 49-51. Tað var onki at geva av, men H71 fór við sigrinum. Neistamenn spentu seg út, og vístu seg hugburðsliga at vera sera væl fyri. Hetta kom eisini at mynda dystin, sum gjørdist næstan ov spennandi fyri okkum H71-viðhaldsfólk. Endin varð tó, at H71 tók tey tvey stigini niðan við til Hoyvíkar. Úrslitið gjørdist 25-24 til H71.

Hetta var ein javnur dystur í allar mátar, og mesta málfjarstøðan var trý mál. Hetta var um miðjan seinna hálvleik, og tað sá út til, at dysturin var avgjørdur til H71. Hetta sýntist eisini at vera fatanin hjá okkara leikarum, tí spælið bleiv síðan skipað í niðursett tempo. Nakað, sum ofta, júst kann føra til, at góða gongdin verður avbrotin, og fyrimunurin hvørvur líka skjótt, sum hann varð vunnin. Tveir bóltar mistir og tvey skjót mál til Neistan, og dysturin var fullkomiliga opin aftur. Helst eisini við einum áræðisskifti til Neistan eisini. Nú vóru teir betur fyri. Tá 5 min. restaðu í, var javnleikur 23-23. Dysturin kundi nú koppa báðar vegir.

Tá støðan er soleiðis, er skjótt at taka skeivar avgerðir, ella í summum førum onga avgerð at tora at taka. Vit vunnu dystin við góðum bjargingum í seinastu løtu og match-vinnandi spælið hjá Trónda Arge. Tróndur vísti júst tað, sum skal til í hesum støðum, tað at tora og at vera ágangandi í røttu løtu og í røttu støðu. Seinastu løtuna vóru annars heilar 5 útvísingar, tvær til Neistan og tríggjar til H71 (Mark fekk sína 3. og varð vístur av vølli).

Aftur í dag vísti Sigmundur Nolsø gott strikuspæl. Spælið var mest skipað um miðjuna og um strikuna. Síðurnar vóru ikki nógv brúktar, nakað sum helst hevði opnað spælið nakað meira og skapt fleiri møguleikar.

Hjá Neistanum var Rói Berg Hansen skrivaður fyri 14 mál, og hann var eyðsýndur leikari. Skjótur og sjáldsama effektivur í sínum atsóknum. Møguliga fekk hann so gott pláss, tí H71-verjan valdi at konsentrera seg um aðrar leikarar.

H71 vísti annars øgiligan vilja ta fyrstu løtuna. Tað sást, at teir vildu nakað, tað var sjón fyri søgn. Hetta sá út til at rigga, men av tí at Neistarnir vóru effektivari í sínum atsóknum, so javnaðist úrslitið. Hetta vóru tvey lið, sum hvør í sínum lagi vóru uppsett at vinna og gera alt fyri at vinna. H71 við eyðsýndum vilja, har tað tó alla tíðina lúrdi í bakhøvdinum, at dysturin skuldi vinnast, meðan Neistin eisini hevði vinnaravilja, men har úrslitið ongan avgjørdan týdning hevði, uttan tað at vinna á H71. Tá Neistarnir eyðsýnt vildu vinna, gav hetta Neistanum ein fyrimun, tí tá kann tú spæla meiri frítt. Tíbetur rakk hetta ikki til at vinna dystin.

Fyrstu løtuna bleiv spælt ov skjótt, ov nógvir feilir, og skotini vóru ov óneyv. Eftir eitt timeout, bleiv spælið justerað, og síðan gekk betur.

Í dag var ikki pláss fyri øðrum enn teimum mest royndu. Hetta verður ivaleyst soleiðis restina av árinum, nakað sum er neyðugt.

Næsti dystur er móti VÍF, og hann kann gerast avgerandi. Vinna vit hendan dystin, koma vit í eina sera góða støðu, og fyri VÍF kann hetta gera, at pressið gerst meira enn gott er. Tá er skjótt at fáa gummiarmar, so stutt upp undir finaluna. Hetta er ein dystur, vit hava alt at vinna, so her er bara at geva alt. Vit hava brúk fyri fjølmentum viðhaldsfólkum, og at alt liðið vísir konsentratión og vinnaravilja. Koyri bara á !!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo