mikudagur, 11. mars 2015

Føroyar um ein háls á Hálsi


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Innleiðandi partur av HSFsa miðvísa arbeiði at vekja áhuga fyri og menna hondbóltin í Føroyum, kemur nú í álvara í ljósmála.

Tí næsta vikuskifti, 13. – 15. mars, fara U17 kvinnulandsliðini hjá Russlandi, Kekkia, Íslandi og Føroyum at spæla EM-undandystir í Høllini á Hálsi.

Nr. 1 og 2 í bólkinum vinna seg víðari til endaspælið, sum verður í Makedonia í august 2015. Tað verður trupult. Alt her í lívinum er trupult. Ókey, kanska ikki alt, men heilt forbiið nógv.

Men ikki at gita, ikki at royna, ikki at tora at kiksa, ja, tað er at kiksa. Big time!

Føroyski hópurin er ungur, óvanliga ungur, so lætt verður tað ikki. Men eiheldur ógjørligt. Og eg ivist onga løtu í, at halda feløgini á at spíla seg út og HSF við, tá fara vit um ikki so longi at afturumleggja fótbólt í ítróttarligum avrikum, um ikki umsiting og cash-flow:)

Men tað er ikki setningurin. Setningurin er at klára seg so væl, og vísa hesa framúr ítróttargrein fram í slíkan mun, at hetta verður ein nationalítróttur í internationalum ljósi.

Vit vilja ikki vera sum íslendingar. Vit vilja klára eins væl og íslendingar.

Føroyar spæla kl. 19 trý kvæld á rað. Fyrst ímóti Íslandi, hvørs kvinnuhondbóltur sigst nú eru farin at ganga ta gøtu, manfólkahondbóltur hevur gingið í trý tíggjuáraskeið ella so.

Leygarkvøldið Kekkia, sunnudagin Russland.

HSF rópar vikuskiftið "Reytt, blátt og hvítt rokilsi!" Og rokilsi verður tað helst, tí er tað nakað, hondbóltur plagar at garantera, tá er tað nettupp rokilsi. Og so er tað eisini so heitt, fjálgt og tennandi. Vit tosa value for money, vit tosa hondbólt.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 13. mars:
Kl. 17.00 Russland – Kekkia
Kl. 19.00 Ísland – Føroyar

Leygardagin 14. mars:
Kl. 17.00 Russland – Ísland
Kl. 19.00 Kekkia – Føroyar

Sunnudagin 15. mars:
Kl. 17.00 Kekkia – Ísland
Kl. 19.00 Føroyar – Russland

Allar tjóðir hava tørv á militantari undirtøku. Og tað hava smátjóðir í uppaftur størri mun. Og tí heita vit í Hoyvík á allar H71arar, allar hoyvíkingar, at stuðla u17-gentunum tvørturígjøgnum vikuskiftið.

Hetta er um Føroyar, men tá vit hava tvær gentur í hópinum tilhoyrandi H71,

Hesar ungkonur eita Annika F. Petersen og Maria H. Weyhe, sum dagliga venja við ávikavist g14 og g17.
DAGFØRT: Sum viðmerkingin undir greinini boðar frá: Durita Toftum Joensen frá okkara g17 er eisini við. So H71 hevur tríggjar gentur á landsliðnum. Orsaka okkum, Durita!

So meðan vit koyra á Føroyar, fer væl neyvan nakar at harta okkum fyri at halda eitt vakið og erpið eyga við okkara gentum.

Koyr á Føroyar, og góða eydnu!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com