mikudagur, 18. mars 2015

Tap, men ongin katastrofa


H71-VÍF: 20-26 (13-14)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Fyrri hálvleikur var heilt í lagi, men í seinna kom stígur í.

Tað kundi verið so gott, men tað bleiv tað ikki. Vunnu vit í dag, høvdu vit annað beinið í finaluni, men sjálvt um vit ikki vunnu, so er tað ongin katastrofa. Vit kunnu enn avgera alt sjálvi. Tí er ongin orsøk at falla í fátt, hvørki hjá leikarum ella viðhaldsfólki.

Fyrri hálvleikur var áleið tað mest instensa, vit hava sæð í ár, meðan seinni hálvleikur ikki er verdur at tosa um hjá H71. Tað vóru tvey konsentreraði lið, sum fóru á vøllin, og tað sást eisini allan fyrra hálvleik. Munurin var bara eitt mál við hálvleik, støðan var 13-14 til VÍF.

Satt at siga roknaði eg við, at hetta fór at vera gongdin allan dystin, men beinanveg í seinna hálvleiki kom stígur í hjá H71, og tað vísti seg ikki gjørligt at rætta skeivu gongdina. Í 34. minutti fingu vit eitt brotskast, men málverjin bjargaði. Hetta sýntist at verða byrjanin til, at alt í veruleikanum steðgaði upp, vit fóru inn í eitt “dead lock”, og dysturin var í veruleikanum liðugur.

Longu í fyrra hálvleiki vístu gestirnir seg at vera heldur neyvari í atsóknunum enn okkara menn. Hendan gongdin gjørdist enn meira sjónlig, sum dysturin leið.

Fyrri hálvleikur var í veruleikanum heilt í lagi, serliga væl eydnaðist tað, tá herjað varð beint á málið. Hetta sýntist sum herskin kostur hjá gestunum og nakað, sum teir helst ikki høvdu væntað. Tíverri helt hetta ikki á. Hjá VÍF verður miðverjan skift í hvørjum álopi, og hetta er samstundis eitt tað sterkast vápnið hjá VÍF, og tí kann tað verða skilagott at leggja trýst á beinanveg, soleiðis at skiftið ikki ber til, ella at skiftið skapar ruðuleika. Tað var helst hesum, vit sóu úrslitið av í fyrra hálvleiki.

Av tí at VÍF verjan er so torfør at koma ígjøgnum, so ger hetta tað eisini, at tað er torført at fáa skot á. Vit sóu, at nógv at skotunum fóru á stongina og út heldur enn á stong og inn. Hjá okkum vóru fleiri, sum vóru heldur óneyvir í dag.

Vanliga verður sagt, at ein góð verja skapar eitt gott álop. Møguliga sæst hetta hjá VÍF, tí tað liggur væl fyri hjá teimum, og tað eru fáir feilir. Filip Jojic skoraði átta mál, sjálvt um hann varð mansvardur stóran part av dystinum. Tað lá sera væl fyri hjá honum, og ómakaleyst sær tað út. Afturat sær hevur hann eisini sera vælleikandi Mads Eriksen, sum er er bæði kringur og kvikur. Áki Egilsnes hjálpti eisini væl til við at halda álopspress, og hann fekk seks mál.

Hjá H71 var ikki reiðiliga nakar, sum skaraði burturúr. Allir gjørdu ein góðan innsats í fyrra hálvleiki. Í dag vardi Tóraldur fyri tað mesta málið, og hann stóð ein góðan dyst.

Støðan eftir dystin er tann, at vit so at siga standa í stað. Høvdu vit vunnið, so stóð heilt væl til, men eftir tapið, so skulu vit bara verða enn skarpari. Okkara nærmastikappingarneyti til seinna finaluplássið er Kyndil. Í annaðkvøld (hósdag) spæla Neistin og Kyndil. Tað kann væl verða, at Kyndil ikki fær øll stigini. Sunnudagin spæla H71 og Kyndil, og hetta kann gerast ein rættiligur lagnudystur fyri bæði H71 og Kyndil. Næsta sunnudag spæla VÍF og Kyndil, og tá halda vit við teimum gulu. Samanumtikið onki er avgjørt enn, og vit kunnu avgera alt sjálvi.

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com