25. apríl 2013

Tróndur froysti útúr


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Jan Egil Kristiansen

Ja, tað føldist sum ein sigur, men enn er ein dystur eftir, ið krevur ekstrema einstevnu. Og hesin er á útivølli.

Hinvegin, klára vit at levera totala konsentrasjón samfullar 60 minuttir, tá hava vit ein kjans. Og effinett í hesum var Tróndur Arge besti umboðsmaður í svørtu blusuni soleiðis sum hann tók kvørkratak á dystargongdini, fyrst á høgra vongi, síðani bakki. Hann er fryktleysur... meiri um tað seinni.

Sum ímóti VÍF koyrdi álopið ikki so smurt og vit vita, tað kann. Hartil skal meiri trúgv og sannføring um egin evni til. Dugur er í teimum, okkara H71arum, men vit mugu tora betri at koyra beint á, at vera ein hóttan uttan íhald. Og serliga, tá ið tað ikki liggur so væl fyri við skotum útifrá. Kemur hesin partur meiri til sín rætt, og er svarta áskoðarafjøldin líka garrvill og hon var í gjár, tá ber tað helst til.

Vit koma tó at skora mál, so ella so, og tað mest umráðandi er tí, at allur verjuparturin hjá H71 ger sær greitt, at verjan fer at líkjast meiri henni frá øðrum enn henni frá fyrsta hálvleiki í gjár. Í fyrsta hálvleiki skoraðu kollfirðingar 14 mál. Hetta er ov nógv. Men so fingu vit tak á KÍFunum við ágangandi og miðvísum verjuspæli--tað kom lív í kinesiska múrin aftur, har hann áður hevði verið ov trilvandi og passivur. Úrslitið: at kollfirðingar, sum annars vanliga skora eftir vild, bert fingu 9 mál í øðrum hálvleiki. Altso, hóast vit hava skjótt og gott álop, er tað í verjuni, at dysturin verður vunnin.

H71 var aftanfyri allan dystin, næstan! Stundum sá ikki so gott út, ein maður minni og afturút við 4 málum. Puff! Kollfirðingar sluppu konsekvensleyst at leika í, so hjá okkara leikarum at blíva við at koma aftur, og umafturafturum trúgva uppá, at hetta ber til, vitnar um nervar av stál og gott samanhald. Bara fyri hetta ger tað mær tað sama, hvussu leikur ferst leygardagin.
Ikki tí, sjálvandi vilja vit endurvinna FMið, men tað er mestsum gullvert at uppliva slíkt dirvi hjá einum so ungum og, yvirhøvur, órutineraðum liði. Og tað er, í sjálvum sær, góðtikið fyri í ár.

Og so aftur til Trónd. Ádú tann stríðsmaður hann er, hesin nýligasti spíri í svørtu blusuni. Eg skonkti mær uppíaftur heima við hús (lættimjólk, skilst!), sum eg sá fyri mær hvussu hann sjálvráðin so hegnisliga testaði tungu Mademoisell-verjuna hjá kollfirðingum. Ágangandi og hugagóður, óuppgevandi og uppofrandi sum ein annar annar Miyamoto Musashi. Ein definitivur liðskipari 'in the making'.
Men nú er at halda tunguna mitt í munninum, ikki klappa sær sjálvum um herðar og annað breitt. Tað er við miðvísi, greiðum sínámillum avtalum og trúgv uppá egin evni, at tað ber til at liggja omaná.

Takk higartil, og vónandi meiri av tí sama framyvir. Koyr á H71!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo