sunnudagur, 22. mars 2015

Super Sunday her og har


Skrivað hevur: Agga Niclasen

United og Liverpool á Anfield, H71 og Kyndil á Hálsi, TB og HB í Gundadali og Barcelona og Real Madrid í Camp Nou.

Puha, tað verður ikki nógv størri. Ikki so nógv av einum hvílidegi, meðni. So um spenningur og øsing og sveitti er tað sama sum at synda, sambært gamlari fatan, so fari eg at synda big time.

Løgið, hetta her við at hvíla á hvílidegi. Óskrivaða definitiónin av hvílu á friðhalgaðum sunnudegi tykist at hava verið, og er væl enn tað!, ikki at arbeiða úti.

Tað er so tað, langomma børnini í Rom heldur (Rom í Runavík, ikki Italia).

Hon heldur so, at tað er ókey at strúka og annað innanveggja virksemi, men fert tú útum og gert áleið tað sama í aktivitetsniveaui, íðan, tá fer hon alt fyri at at rista við høvdinum--hvat eg so altíð havi hildið vera sindur fitt.

Eg klári tó ikki alt. Eg klári Utd vs Liverpool, við "Slip Gerrard Gerrard" ella ei. Hetta verður í Glitnir. Síðani eftir børnunum og niðan á Háls. Hetta er so, hinvegin, ein totalur must sigur fyri H71, tað er tað so eisini hjá Kyndli.
Dysturin hjá Utd ikki so nógv, kanska meiri hjá Liverpool, tí annars verður frástøðan dekan ógvuslig í mun til hatta Champions Leagues-plássið.

Samtíðis spælir mítt føroyska hjartalið í fótbólti. Enntá beint niðanfyri har FM-finalistarnir skulu finnast. Heldur enn at spæla kl. 15, hvat annars var klassisk kick off-tíð í føroyskum fótbólti, spæla teir ein tíma seinni. So tað er at velja. Men TB og H71, sorry tvørámenn, men tá velji eg enn H71.

Síðani heim, døgurða til børnini og leksjur, men kanska klári eg at lúra eftir El Clasico, Messi vs Ronaldo et cetera. Altíð undirhaldandi.

Vinna vit á Kyndli, tá eru vit nsætan-næstan í finaluni. Tí meðan vit hava spælt okkara dyst ímóti suverenum vestmenningum, so manglar vindorkan vestmennignar, og tað á útivølli. Skuldi tað endað galið, og vit tapa, so mugu vit vinna okkara írestandi dystir, meðan Kyndil tapa fyri VÍF og KÍF.

Tað er sjálvandi møguligt, serliga ímóti teim gulbláu. Ikki tí, verandi greipuvinnarir kunnu saktans bíta frá sær, hvat teir eisini vístu síðst, men tá í Kollafirði.

Nei, tað er nú, løtan er nú. Tað er í dag, at vit skulu sementera okkara finalupláss, so at okkara páskir vera eini góð páskir. Og tað er við at vera regluligur gestur í FM-finalunum, at tú sum felag vísir, at tú trúliga ert havnaður í Tungvektaralandi.

Koyr Á Maskinuna, you Men in Black; Koyrið Á Maskinuna og vísið, at framtíðin kann vekslast í olju, ikki vindi!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com