hósdagur, 26. mars 2015

Og soleiðis varð framtíðin málað svørt


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Í mai í ár eru níggju ár síðani, at Kári Nielsen játtaði at koma til Hoyvíkar. Og tá hann sigur, at "tað følist sum í gjár", er hann valla einsamallur um hetta.

Við hansara komu, og tí hjá vinmanninum, Birgir Hansen, tá líkasum fingu allir interessantar kring felagið, tað veri seg stuðlar, leikarar og nevnd, tað neyðuga lyftið í mun til óblandaðan álvara.

Tú kanst siga, at við hesi royndu og yrkisfúsu vinnaragreipu fekk felagið effinett ta roynd og tyngd, tað manglaði.
H71 skuldi til at spíla seg út til tess at rekruttera og hondbóltsgera Hoyvíkina. Hetta, at skipa felagið og draga fólk til sín at virka á øllum hermótum.

Nú, eitt knapt tíggjuáraskeið seinni, má sigast, av vit eru komin væl á leið. Nýggir litir, nýggjur sangur, nýggja heimasíðu, enn eina, fleirfaldan av stuðlum og venjarum og leikarum og hjálparum og nevndarfólki og, you name it, we've got it!

Við Kára og Birgir kom ein professionalisering á venjarasíðuni. Teir vandu og fingu frið at venja, komu við umbønum og ráðum, meðan hin parturin skapti karmarnar og royndi at sampakka ynski og egnar tankar um hvussu H71 skuldi síggja út, nú og í allar ævir.


Kári Nielsen

Felagið fekk, hvat tað ynskti, og vinnaragreipan úr Havnini fekk eina spildurnýggja og spennandi avbjóðing, hon hevði tørv á.
Hondbólturin var altíð í andgletti, tímar og tímar aftaná tímar í ísakøldu felagshølunum, men kaffi og biskvitt frá Sunnevu, gjørdi, at kuldin fór í gloymskuna.

Men hondbóltur fylti ikki alt. Verri enn so. Og tað er til slík høvi, jólahald, eftirdystarball hjá Petur Even og brúdleyp hjá Levi, bara fyri at nevna 3 út av 77 verðsligum og minni verðsligum kjansum, at vit veruliga koma at kenna hvønnannan.
Ja, vit komu øll at kenna hvønnannan útum hondbóltin. Blivu vinir. Og eru tað enn ídag. Eg haldi, eg tori at fara so langt sum at siga, at Kári Nielsen, fyrrverandi Kyndils-kempa, er vorðin svartur um ein háls.

Samstarvið við Kára og Birgir kom á hægstu tindar í apríl 2009, tá felagið vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti. Og so aftur í 2012, tá H71 vann tað á øðrum sinni, men hesuferð við Halgir við síðuna av sær.

Viðfesta skriv gevur vónandi eina hóming av, hvussu grundleggjandi Kári og Birgir og restin av H71 fór til verka tá á sinni og løgdu lunnar undir tann felagsskap, vit nú øll kenna.

Leikarnir fóru undir regluligar styrkisvenjingar í HB-húsinum, og hetta við styrki er aldri slept aftur. Um nakað, tá økt, millum annað í samstarvi við Tvørmegi hjá Snorra Paturssyni.

Næstan allir leikarnir vóru blaðungir tá, nakrir sera "villir", sum Kári málber seg, "ikki so vanir við dissiplin", men óvanliga hugagóðir og fittir.

Av øllum, sum tá vóru við, er bara Hans Kári eftir sum leikari. Og júst Hans Kári er erkadømi um felagsins menning; hvussu hann hevur otað seg inn á liðið í slíkan mun, at hann í dag má flokkast sum ein ósundurskiljandi partur av felagsins flagggskipi.

Arbeiðið er aldri liðugtgjørt, enn er nógv at gera og forbetra. Nógv íðkandi og uppaftur fleiri foreldur, og harvið alskyns og átrokandi viðurskifti.
Vit eru øll menniskju, og har menniskju eru, rørist væl. Bæði gott og minni gott. Men H71 er pliktað at gera ein felagsskap, har øll kenna seg heima og fáa nakað burturúr, so ella so.

Og tað fáa vit, og tað byrjaði altso í álvara við Kára Nielsen og Birgiri Hansen.


Birgir Hansen

Vit takka fyri tíðina, og tit eru altíð vælkomnir niðan í Hoyvík, í Hoyvíkshøllina, til H71--tó, ikki sum høvuðsvenjarir, ikki beint nú:)

Skrivið hjá Kára og Birgiri kanst tú lesa her (opnar PDF-fílu).



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com