27. mars 2015

Medaljuungdómur


Í morgin verða seinastu dystir í ungdómspartinum spældir.

Tí heita vit á heimasíðuni á øll foreldur og onnur, ið varða at, at senda okkum úrslit og kanska eisini lítlan tekst um farið kappingarár.

Venjarir plaga at vera ídnir at senda tilfar inn, men enn vantar nakað í hjá foreldrum. Tað er bara at senda, einstaklinga- ella liðmyndir; og tað er fullvegis likamikið, um liðið hevur vunnið FM, silvur ella bronsu, ella einki.

Tí øgiliga ofta er nógv gott hent tvørvegis kappingarárið, kanska ikki altíð so heppið hjá onkrum leikara, av onkrari grund, men hjá teim alraflestu.

Og, hvussu er og ikki, so er tað ikki medaljurúsurin, men menningarrúsurin og felagsupplivilsi, vit lena okkum at í H71, hóast hetta kann lúgva, tá tað rýkur av metalli.

Og, hvør hevur ikki upplivað eitt minni gott ár tað eina árið, fyri síðani eitt væl betri eitt árið eftir, ella eitt uppaftur meiri skræpu ár árið eftir aftur, bara síðani at klára í.

Við vón um eina ørgrynnu av myndum og stuttum liðfrágreiðingum ynskja vit øllum svørtkløddum ein góðan leygardag.

Framtíðin er svørt, so bikasvørt!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo