leygardagur, 28. mars 2015

Eitt legg aftur


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Vatn kemur aftur, har vatn hevur verið. So er eisini við søgu og tíð. Vit skapa allatíðina søgu. Av tí at vit hava tíð, hava vit søgu.

Og tað er tí, at vit í H71 til tíðir fara at dýpa í søguni, tí farna.

Blindar eru ókunnar gøtur, siga tey betrivitandi. Hvør Kyndlari føddur eftir aldarskiftið veit, til dømis, at Andreas F. Hansen hevur verið H71ari? Hmmm.

Eg elski arkiv, og vónandi fara tit eisini at gera tað, sum vit á heimasíðuni fara at gera okkum dælt av Infomedia Blaðportalur, framúr tænastan hjá Landsbókasavninum, sum so eisini fer at gera, serliga fb-trælir, hvaðna ósosialari, nú tá ið kunnu leita og finna heimanífrá.

Fyrsta afturfund í táttinum "Eitt legg aftur" er ein grein í Dimmalætting, har Andreas og H71 eru á Ítróttar-forsíðuni. Har síggja vit Andreas blaka seg av strikuni sum tann framúr strikuleikari, hann var. Tað skal tó sigast, fyri góðan ordan skuld, at Andreas er meiri grønur og vindsamur enn sjálvt tann mest burðardygga økolundin í ein av 77 skuffum hjá Jarðfeingi. Kyndil var og er hansara felag.

Greinin er frá 1998, og í bakgrundini síggja vit ein, bókstavliga, afturlítandi og óredigeraðan Neistamann, Høgni í Jákupsstovu at navni. Vit tosa altso bara 17 ár síðani.

Óansæð, les og enjoy!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com