30. mars 2015

Tóraldur bjargaði okkum tvey stig


H71-KÍF: 24-23 (10-13)


Myndir: Jan Sørensen

Arbeiðssetningurin er blivin greiðari: Vit mugu vinna allar dystir, sum eru eftir í ár.

KÍF vóru púrasta avskrivaðir fyri í ár, og hetta mundi forkomið okkum finalumøguleikanum. Avleiðingarnar av einum tapi vóru ikki so greiðar, sum tær eru nú. Kyndil megnaði at fáa javnleik í Vestmanna, og hetta setir heilt nýggj krøv til H71. Dysturin í gjár endaði tó soleiðis, sum hann skuldi, nevniliga at H71 skuldi vinna. Úrslitið gjørdist 24-23.

Í allarseinastu sekundunum fekk KÍF brotskast. Støðan var 24-23 til H71. Frá at liggja væl fyri í kappingin, var støðan brádliga broytt til at vera hættislig. Tíbetur bjargaði Tóraldur skotinum, og gjørdist dystarhetja. Harvið bjargaði hann eisini H71 tvey stig.

Av konfirmatiónsávum bar ikki til at síggja allan dystin, men støðan var 14-10 til KÍF fyrstu løtuni í øðrum hálvleiki. Sagt var at onki bendi á, at H71 ætlaði sær í finaluna, eftir spælinum at døma. Innsatsurin var heldur lunkaður.

Tað gekk tó ikki long tíð, so var javnleikur, og H71 legði seg enntá tvey mál framum KÍF. Hetta gekk so aftur og fram; H71 frammanfyri og síðan KÍF frammanfyri.

Tá klokkan vísti, at 58 minuttir vóru leiktir, var støðan 23-22 til KÍF. Tony Weihe varð vístur út í tveir minuttir. Síðan skoraði H71 tvær ferðir til støðuna 24-23. Í undirtali megnaðu gestirnir tó at fáa brotskast, soleiðis at KÍF kundi fáa javnleik . Men Tóraldur bjargaði, og vit vunnu.

Í Vestmanna kláraði Kyndil at fáa annað stigið. Hetta var sjálvsagt keðiligt fyri H71, men arbeiðssetningurin gerst bara greiðari av hesum. Vit mugu vinna allar dystir, sum eru eftir í ár. Finala ella ikki. Teoretiskt kunnu vit klára okkum við einum javnleiki, um Kyndil megnar at vinna á KÍF.

Tað vísir seg soleiðis, at torførasta mótstøðuliðið eru vit sjálvi. Vit hava lindi til at kanna okkum bitan, áðrenn hann er svølgdur. Vit laga innsatsin eftir, hvussu vit meta mótstøðuna. Hjá H71 er lættari at spæla torførar dystir, tí tá eru allir menn klárir, meðan “løttu” dystirnir gerast teir torføru.

Góðu dreingir, tað eru ongir lættir dystir eftir. Tit mugu spæla við fullari orku og mesta vilja hvønn dyst. Koyri nú á motorin, fullan steam á ketilin, og so sigla vit skútuna í havn !!!

Tveir dystir eru eftir undan finaluni. Mikudagin móti Team-Klaksvík og leygardagin 4. apríl móti StÍF í Hoyvíkshøllini. Báðir skulu vinnast!!!

Dómaraseðil.

Støðuna í Atlantic Airwaysdeildini kanst tú síggja her.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo