hósdagur, 25. apríl 2013

H71 vann 23-23


H71 - KÍF: 23 - 23 (10 - 14)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Fyrri finaludysturin er spældur, og enn stendur á jøvnum.

Dysturin endaði 23-23, og og teir mongu áskoðararnir fingu ein “gysara” afturat teimum mongu, sum vit longu hava fingið. Eftir at hava verið aftanfyri allan dystin, megnaðu okkara menn at venda gongdini og koma upp á javnt. Seinastu løtuna kundi úrslitið fallið báðar vegir, men tað gjørdist 23-23.
 

Dystargongd

KÍF legði seg fýra mál framum beinanveg í fyrra hálvleiki. Fyrsta løtan eydnaðist ikki væl hjá H71, nógvir tekniskir feilir, óhepnar brotskastumstøður, har bólturin í fleiri umførum ikki fæst inn og fjáltur á monnum. Hetta er í veruleikanum løtan, tá KÍF leggur seg framum og leggur eina 4-máls frástøðu, sum heldur langt út í seinna hálvleik. Hetta skal helst ikki endurtaka seg leygardagin. Annars leikar javnt á, og støðan heldur sær hálvleikin út. Støðan er 14-10 til KÍF í steðginum.

H71 fær tvey skjót mál beinanveg í øðrum hálvleiki, og frástøðan styttist til 14-12. Frástøðugloppið byrjar her at minka. Vit fáa seks útvísingar í 18 minuttir frá 28. til 46. min., og vit skora seks mál í hesum tíðarskeiði, meðan KÍF bert skora tríggjar ferðir. Vit vinna sostatt við trimum málum við einum manni minni í 12 minuttir av 18. Eitt megnar avrik av verjuni. Málmunurin minkar støðugt og er um miðjan seinna hálvleik komin niður á eitt mál. Fimm minuttir fyri leiklok er javnleikur 20-20, og spenningurin øgiligur. Høllin kókar, H71 hevur mentala yvirvág, og dysturin er um at koppa. Vit fáa fyrimun í seinasta minutti, vit fara í yvirtalsálop og kunnu avgera við at skora. Tíverri eydnast hetta ikki, og KÍF-málmaðurin kastar eitt langt væleydnað kast til ein frían Rúna Joensen (KÍF), sum trygt setir bóltin í netið til støðuna 23-22. Bert 10 sekund eru eftir. KÍF leikarar og viðhaldsfólk høvdu longu sigrað, men H71 bar skjótt at, pressaði bóltin niðan, og Bogdan megnaði at gera eina kroysta avlevering til Boga, sum loypir inn av bakkinum og fær eitt síðsta brotskast, tá hann skýtur á stongina og út. Bogdan setti bóltin trygt í netið til endastøðuna 23-23.

Enn ein fantastiskur dystur millum H71 og KÍF í finaluni. Áskoðarin, síggjarin og lurtarin fingu góðan valuta fyri peningin og vit vænta eina stúgvandi fulla høll í Kollafirði leygardagin. Verður javnleikur, spæla vit aftur sunnudagin, men avgerðin kann og fellur helst í næsta dysti.

Vit síggja tað fer eftir fer. H71 eru bestir, tá uppgávan er greið. Her megna vit best at halda fokus og konsentratión, og ikki minst áhaldni og press til síðsta sekund. Enn hava vit ikki spælt upp til okkara besta, vit kunnu geva meiri, og tað er nú, at alt skal setast inn. Hvør maður má mentalt seta seg upp til tað heilt stóra, og BERT hugsa um at vinna og geva ALT.

KOYRI Á !!!

Málini: Bogdan: 7 (4), Rógvi: 4, Bogi: 4, Rúni: 3, Tróndur: 3, Hans Kári: 2

Dómaraseðil

Video av teimum seinastu minuttunum.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com