mikudagur, 1. apríl 2015

Tað gongur rætta vegin


Team Klaksvík-H71: 20-32 (7-18)


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Myndir: www.Nordlysid.fo

Vit eru næstan í FM-finaluni. Men bara næstan.

Dysturin í kvøld móti Team Klaksvík í Klaksvík endaði við sigri til okkum, og vit eru sostatt nummar 2 á stigatalvuni við 33 stigum.

Norðlýsið skrivar, at teir fyrstu 9 minuttirnar var talan um rættuliga javnan dyst. Men síðani fór H71 frá, og aftan á 18 minuttir varð dysturin mettur at vera avgjørdur, tí tá var støðan vorðin 5-12. Og H71 verður  sagt at vera fleiri klassar framman fyri vertirnar. Verjan hjá okkum stóð væl, og við hjálp frá góðum málverjum bar ofta til at fara í skjótálop. Vit góðum úrslitum, skilst. Besti leikarin hjá Team Klaksvík var málverjin, Dreagan Kondic, men saknaði hjálp frá verjuni hjá sær.

Í seinna hálvleiki dragnaði munurin nakað, heil niður í 8 mál tað einu løtuna. Tað er ofta so, at tá sigurin sýnist at vera tryggur, at mann letur ungar og óroyndar leikarar sleppa inn at royna seg. Tað tók ferðina nakað úr dystinum og gav klaksvíkingunum møguleikar at koma inn aftur í dystin. Og tað var so eisini viðvirkandi til, at seinni hálvleikur endaði við bara einum máli á muni, 13-14 til endaligu støðuna 20-32.

Dómaraseðil.

Hetta var eitt sera týðandi fet og tvey týðandi stig á vegnum til FM-finaluna. Men vit eru ikki har enn. Sum Gunnar Nolsøe í Kringvarpinum plagar at taka til: tað er háspenningur í luftini, onki er avgjørt enn.

Kappingin er enn móti Kyndli, sum á triðja plássi hevur 32 stig. H71 og Kyndil hava hvør sín seinasta dyst eftir áðrenn finaluna móti ávíkavist StÍF og KÍF. Vinna vit okkara dyst, so ... never mind! Lat okkum bara vinna handan seinasta dystin eisini, tí so sleppa vit undan tí hægru matematikkini íroknað innanhýsis dystir og og vunnin mál. Lat okkum bara vinna handan seinasta dystin, so eru vit í FM-finaluni 2015. So einfalt er tað! Onki roks!!


So folks, H71-fjepparar: seinasti og avgerandi dysturin verður í Hoyvíkshøllini komandi leygardag, 4. apríl, klokkan 16:00.
H71 hevur brúk fyri tínum stuðli! Syrg fyri at fá øll innkeyp, bilvask og alt tað húsliga og-hvat-veit-eg frá hondina í góðari tíð áðrenn, tí frá beint áðrenn klokkan 216 vit hava brúk fyri tær. Og tú skalt ikki avtala við makan hjá tær, at tú fert í Hoyvíkshøllina og ert har í einar 2 tímar. Nei tú - tak makan við í Hoyvíkshøllina!

Úrslit og støðuna hjá Atlantic Airways deildini kanst síggja her á Úrslitatænastuni.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com