fríggjadagur, 3. apríl 2015

Tórhaldur sum Hákun


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Okkara málmenn hava bjargað okkum oftari enn hvat gott er, meinar onkur.

Hinvegin, sum Kári Nielsen á sinni segði, "málmaðurin er helvtin av liðnum", so har er apsalutt onki forgjørt í at hava ein góðan málmann.

Vit Utdarir vita, um nakar, alt um hetta, soleiðis sum ársins spælari í Premier League, David de Gea, hevur bjargað óteljandi nógv stig fyri hetta heimskenda brand.

Nú vit sitera, og nú vit eru við Kára Nielsen, so gloymi eg aldri, hvussu hann mestusm a-matter-of-fact bara totalt turt, sum bara hann kann siga tað, svaraði, tá eg spurdi um vánirnar um fyrikomandi dystin ímóti teim bláu pre Miklagarðs-liðið:

"Eg tapi ongantíð ímóti Neistanum, tað geri eg bara ikki"!

"Ókey", svaraði eg heldur kiptur aftur. Ikki tí, meiningin var ikki at vera óhøviskur. Hann skilti bara ikki spurningin, tí mann tapir ikki ímóti teim bláu. Har hevur tú tað. Hatta er analysan.

Hetta var inni í amboðsrúminum hjá H71 ein morgunin, vit hjálptu til at fyrireika ein venjaradag.

Óansæð, eitt síðulegg í afturleggi. Tað er so ofta, at málmenn eru avgerandi. Einaferð á sinni var tað Hákun Djurhuus, nú Ári og Tórhaldur. Og til FM-finalurnar í 2012, hasin legendariski dysturin í Kollafirði, var tað Jens.

Tá, í Kollafirði, insisteraði Jens uppá at verða verandi í málinum, tí hann bara visti, at hann fór at bjarga tí, ið skuldi vísa seg at vera eitt, fyri KÍF, fatalt brotskastkiks. Restin er søga.

Í seinfursunum æt málverjin Hákun Djurhuus. Nú er hann SEV-stjóri og skal síggja til, at harurnar á Húsreyn ikki órógva streymin hjá mær og øðrum miðalhampaføroyingum.

Og, enntá meiri umráðandi, ný býr hann fýra hús longri út eftir gamla Stoffalág enn eg geri.

Men áðrenn stjórarí og grannaprát í mentaða partinum í Havn, Eysturbýurin at navni, vardi hann mál fyri hoyvíkingar.

Eg kundi valt so nógvar greinar, men í "14. september" frá 30. januar 1988 skrivar ein, sum kallar seg "Dahl", um ein dyst millum kollfirðingar og hoyvíkingar.

Sambært blaðmanninum vóru tað hesi lið, sum fóru at spæla um bronsuna. Giti, at VÍF og Kyndil vóru tey omanfyriliggjandi liðini tá.

Og, tað sigur ikki sørt um støðið á kappingina tá, tí H71-liðið var apsalutt ikki fyri ongum. Umframt Hákun var Grster, tá stórspælandi stórskjútti úr Danmark, nóg góður til danska harralandsliðið. Eisini var Jákup Símun Simonsen, Gunnar Djurhuus, Gunnar Mohr, Erland Jensen og Kim Mikkelsen.

Og, bara fyri ein góðan ordans skuld, Olaf Vestergaard, nú Vesturgarð, sum hevði tað við at fáa fleiri útvísingar enn Havnin streymslit.

Dysturin endaði 19-29, hálvleiksstøðan 8-17. Dysturin varð leiktur á Skála, tí hetta var áðrenn kollfirðingar blivu partur av Havnini og fingu høll og bingjuhavn sum tøkk.

Jákup Dam, pápi Ása Dam, góður leikskipari hjá KÍF seinastu árini, skoraði flest mál í hesum dysti í ovara bólki í endaspælinum, sum landskappingin var háttað tá.

"Dahl" helt, at hetta kanska var Hákunsa besti dystur. Tað veit eg so ikki, tí eg var bara nýklaktur fermingur tá, men eitt veit eg, og tað er, at skulu vit gera tað eitt betri enn Hákun, Gerster og kompaní, so skulu Tórhaldu rog Áki standa ein branndyst, enn ein!, nú leygardagin.

Her er greinin á www.tidarrit.fo.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com