leygardagur, 4. apríl 2015

Countdown


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Sum religiøsur stakittsitari, sonevndur agnostikari, er tað kanska sindur ringt at seta seg inn í religiøsar hendingar, ikki um at tala persónar. Men, tíbetur... tíbetur eri eg ikki tað. So ikki enn. Enn trúgvi eg--hóast ræðuleikar her og har. Ella kanska júst tí.

Óansæð, óinteressant diskussión; ein slík tú hevur við hissini nevndarlim í Gudloysingum, annaðhvørt sum lágt miðalklókur 1. g'ari, ella sum trøllvaksin aftaná at hava drukkið sirka seks ferðir tað, teir í Flemish Cap-rúminum á Velbastað drukku, tá teir vóru flottastir.

Men sum dagførdur kristin, tað vil siga normalur kristin, har tíverri fyrigeving trumfar rættleika, er heilt sikkurt lættari at gerast eitt við bíbilskar persónar. Tað "føli" eg so.

Og tí, til poengið, sum konverteraður, kanska ikki so nógv hoyvíkingur--tað lati eg til René og Esbern og aðrar!--men H71ari, frá vindorku til olju, frá grønum til svart, tá havi eg til tíðir hugsa sum so: "Kom eg undir somu test sum Ábraham, tá Gud ordraði hann at drepa sín fyrstfødda, Ísak at navni, til tess at prógva sín kærleika til Hansara, hvat hevði eg tá gjørt?"

Ikki ánilsi fyri. Veit ikki. Ikki tí, ein fullstendiga skilvísur ordri, forrestin, hesin Gud-ordri. Men hevði valið verið millum mín fyrstfødda og H71, so hevði eg valt síðstnevnda. Altso, ikki avlívað mín fyrstfødda, men vent H71 bakið.

Tað er nú meiri ein ógjøgnumtreingjandi kærleiki til egna familju, og ikki ein manglandi alskur til Felagið, ið ger munin; men tá tín familja er H71, "títt fjórða barn", sum ein væl kendari og svakari H71ari enn eg hevði orðað seg, ja, hvat tá: H71 ella fyrstføddi?

Sært tú, tá er tað, at dilemma sum hugtak kemur til sín rætt. Og svarið hartil, tað faktiska, tað lati eg til H71arar, ið burdu umhugsað sína støðu sum "normalt fungerandi".

Eftir at hava lurtað at "The Moral Maze", ein serstakliga viðmælisverd útvarpssending í BBC Radio 4, hesuferð um nøringarlæru og barndóm, um mikrostýring av børnum og "rættan" atburð, um hvussu allir menn ikki eru potensiellir neyðtøkumenn, hvussu vit eru í ferð við at avtaka barndóm sum eitt lutfalsliga isolerað upplivilsi, eitt lív í sjálvum sær, og ikki bert sum "fyrireiking til vaksnamannaár", soleiðis sum vit korrumpera spæl, idioti og frælsi, at siga okkurt uttan veruliga at meina tað, at vera til uttan at verða forfylgd av vælmeinandi og betrivitandi ráðum frá vælbetaltum supermammum og statligum ásetingum, SSP-desainaðum vinarbólkum og offisiellum leiðreglum um "hvussu børn eiga at vera hvør móti øðrum", hevði Niclasen trúliga tørv á at savna sín hug um eitthvørt minni lættvápnað, eitt nú H71 og hondbólt. Tí hesi orð.

Um ikki so nógvar tímar er dysturin. Páskadysturin. Dysturin, ið skal avgera, um okkara dreingir, oljudreingirnir, eru geitabukkar ella lomb. Spælarir ella wanna-be's. Menn ella kandissmurd alidýr. Pumair ella Grátt undir steini.

Sjálvur bíði eg í spenningi. Og eg eri í iva. Skal eg møta fyri ella eftir dyst? Eg eri ongin sokkari fyri kvakksalvaríi, kunstterapi, páskaharuni ella pátrúgv annars, men eg má viðganga, at tá tað kemur til ítrótt, tað veri seg TB ella H71, ella United, so, ja, so fer forstandurin út á fjørðuna.

Tað hevur víst seg, og tað kann ikki afturvísast, at har eg ikki eri, gongur væl. Altso, í ítrótti... ella, hvat heldur tú, eg meinti við?

Og tá so javnleikur er nokk, puha! Tað ger tað bara hvaðna verri. Óúthaldiligt. Og tað ger meg bara uppaftur meiri keddan at síggja fólk, mær dámar og havi tokka til, í døpurhuga. Og eg havi tokka til nógvar hoyvíkingar, serliga H71arar, serskilt svarta spælarahópin.

Allir sum ein eitt stás, hvat eg upplivdi heilt inn á kroppin í Akureyri í august, tá hópurin og venjaratoymið við hjálparum og leiðarum fyrireikaði seg til tað, ið nú skal síggjast aftur seinnapartin. Vit skulu í FM-finaluna, tit!

Eg segði tað fyrr í ár. Eg segði tað fyri kappingarbyrjan. Og vit eru mong, ið allatíðina hava roknað við hesum. Gut-feeling! Og, hvat meiri um er: vit finna okkum ikki í einum lorta páskum, tað sama um trúgvandi ella ei, missiónsfólk ella hunddálkaður ateistur. Finala ella gron.

Men enn er drúgv tíð til Eyðun og Thomas Juul floyta dystin í gongd. Magin hevur hug at vríggja seg saman. Hugsi, at gott er, at bonkur og leikarir ikki hava tað líka. Hugsi eisini, at ein fjórða FM-finala innan 7 ár er góðkent. Góðkent fyri eitt felag, sum fyri 7 árum síðani var eitt av teimum liðum, sum enn hevði sítt fyrsta FM til góða.

So tú sleppur líkasum ikki undan, at tankin um enn eina finalu, alt upplivilsið kring slíkar finalur, spenningur og rómi, tekur kvørkratak á tær. Tíðin gongur so seint, so seint.

Tí var tað eisini vetið óbehagiligt og nístandi óharmoniskt og ópassandi, tá eg hoyrdi eina ordiliga gamla konu í hárneti siga við aðra konu í køini, ein uttan hárnet, nakað yngri, sikkurt 52 ella so: "Sum tíðin gongur skjótt"!

"Halt kjaft, tíðin gongur so seint, at hon næstan gongur aftureftir", hugsaði eg. Var líka við at siga tað, men hugsaði: "Nah, lat fara".

Mann upplivir nevniliga mangt slíkt um morgnarnar í Mylnu 3. Serliga leygarmorgnar, antin við eldri fólki, sum bara føla, at alt loypir saman, jól og páskir, lissurnar og stokkarnir, konurnar í Tjóðveldi og grýturætturin, ella bara tá fólk eru irriterandi yvirglað og arbeiðsfús og annað, sum fær praktiskar analfabetar sum meg at føla seg dovnar.

Nú eru ikki so nógvir tímar eftir, og eg royni at halda meg frá øllum við lívi. Ikki bara Bellutrix, sum ikki er nøkur gomul frúa, men mín deiliga ketta, uppkallað eftir íslendskum funk-lite orkestri, men biologiskum verum generelt.

Tú veitst, mano i mano. Nakað, Nethayahu veit alt um, Obama onki.

Eg burdi kanska málað víðari. Evergreen eitur liturin. Fyrstu ferð í ævir, eg máli. Nei, ikki málning. (Hevur tú etið vind?) Eitt sovikamar. Síðstu ferð var saman við Nermin Kapetanovic, vinmanninum, ella einferð vinmaður. Skilji á lagnum, at Nermin er á fb, men onkuntíð mást tú bara gera tað, sum ov fá fólk duga, tá tað kemur til vinfólk: lata fara.

Tað er væl ein meining í øllum, og høvdu vit verið so væl ídag, so høvdu vit funnið annan hátt at fingið samband. Men tað hava vit ikki. Konklusión: ikki nóg vigtugt.

Ella í kærleiksríi, sum tá konan fortelur manninum, at "nú er liðugt, men skulu vit ikki vera vinir allíkavæl, góði". "Ja", svaraði maðurin, "og hundurin er deyður, men skulu vit ikki behalda hann". BUMM!

Umframt at lurta at útvarpi, ikki KvF og intellektuelt-oyðandi Also, men útvarpi við substansi, havi eg ikki gjørt tað stóra higartil henda páskaaftan. Jú, keypt inn. Hugsi um at mála. Men fari helst bara ein longri gongutúr við teimum, sum tíma at fylgja mær--ljóðaði heilt religiøst, hatta har:)

Eg veit, eg ljóði sum ein av hasum coachunum (ov býttir at blíva psykologar, ov klókir at vera arbeiðsleysir), men "innast inni" haldi eg bara, at eg gleði meg.

Eg eri fyrndarglaður av spenningi og vónglaður. Tað er meiri ein spurningur um at koma ígjøgnum dagin óskalaður. Kanska ein idé at lesa minningarorðini á in.fo afturvið einum kaffimunni, og so mála. Ella skal eg ganga mær ein túr yvirímóti Varðagøtu, kúvenda og so innímóti aftur Eysturbýnum.

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um hasa senuna frá Braveheart, tá ið William Wallace og hansara numeriskt eymliga hereind snúin fjaldi seg handan hermótið fyri at inna maksimalt snarálop á onglendingin. Wallacesa róp "HOOOOOOLD" og "HOOOOOOOOLD" fylgir mær í hesi løtu, nú eg telji niður til byrjanarkast.

... so góðu elskaðu dreingir, ikki fokka upp míni páskir ella tey hjá hundraðtals øðrum, ið bløða svart, so kolavart.

Framtíðin er svørt, so Koyrið Á Maskinuna!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com