leygardagur, 4. apríl 2015
Myndir: Sigmar Mørkøre/in.fo og Jens Kr. Vang/portal.fo
Tað eydnaðist! Tað gekk, sum vit høvdu vónað: Atlantic Airways-liðið hjá okkara monnum er í FM finaluni 2015.
Setningurin var greiður undan dystinum í dag - í minsta lagi ein javnleik, tó best við einum sigri. Taptu vit, og Kyndil vann sín dyst móti KÍF (sum teir so gjørdu), so hevði tað við sær, at tað bleiv Kyndil, sum kom í finaluna í staðin fyri okkum.
Strandingarnir vóru teir, sum byrjaðu betri og komu fram um við tveimum málum. Tað tók okkum næstan 3½ minutt at fáa okkara fysta mál. Men í 5. minutti var støðan 3-2, og aftan á tað kom StÍF ongantíð tættari at okkum enn upp á javnt. Okkara menn spældu við ferð, strandingarnir fingu ikki so væl fylgt við, og tí fingu vit fleiri mál við góðum kontraálopum.
Fyrri hálvleikur endaði 14-8. Og tað skuldi ganga meira enn 5 minuttir av seinna, áðrenn nakað mál kom afturat. Og 10 minuttir inn í hálvleikin høvdu liðini bæði bara fingið eitt mál í part.
Tá 10 minuttir vóru eftir av dystinum, var støðan blivin 21-14. Ein trygg leiðsla, skuldi mann trúð. Ferðin var farin væl niður, og tað gjørdi kanska tað, at strandingarnir fingu fylgt eitt sindur betri við aftur. Kanska var tað blivið ov lætt hjá okkara leikarum, tí tað bleiv eitt sindur rótut og ókonsentrerað. Feilir og mistir bóltar bleiv úrslitið. Eisini mansvardu strandingar tveir av okkara leikarum, og tað ávirkaði eina rútmu hjá okkum.
Í øllum førum bleiv tað í so spennandi hesa seinastu løtuna, tí strandingarnir fingu hálað seg nakað inn á okkum - frá 7-málsleiðslu niður í 4 mál á muni.
Eg hevði satt at siga roknað við, at StÍF tíðliga í seinna hálvleiki við niðursettari ferð fór at renna aftan á okkara leikarum. Men dysturin var ikki heilt so lættur fyri okkara viðkomandi, tí strandingarnir kempaðu. Og niðursetta ferðin í dystinum var ikki ein fyrimumunur hjá okkum.
Tað skal nevnast, at okkara lið var mest sum fullmannað - bonkurin íroknaður, meðan StÍF bara hevði tveir útileikarar á bonkinum umframt eyka málverja.
Málverjarnir hjá báðum liðunum høvdu ein góðan dag, kanska serliga okkara Tóraldur, sum vardi okkara mál meginpartin av dystinum - hann tók eitt ótal av skotum frá strandingunum. Og verjan hjá okkum stóð sum heild rættuliga væl - eisini hóast strandingar nakrar ferðir sluppu í so lætt ígjøgnum.
Hetta varð endaliga atgongumerkið til finaludystirnar, sum skula leikast móti VÍF. Vestmenningarnir blivu fremst í grundspælinum, og tað gevur teimum tann fyrimunin, at teir avgera, hvar dystirnir skula spælast.
Og finaludystirnir verða spældir soleiðis:
Mikukvøldið 08. apríl klokkan 20:15 í Hoyvíkshøllini
Leygarkvøldið 11. apríl klokkan 18:30 í Vestmanna
Verður neyðugt við einum triðja finaludysti, so verður hesin í Vestmanna sunnukvøldið 12. apríl klokkan 18:30.
Hetta fara vit uttan at frætta meira um seinni.
Hiðani skula vit bara siga: TILLUKKU VIÐ FINALUPLÁSSINUM, DREINGIR :)
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |