8. apríl 2015

Upphiting


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Fyrsti finaludysturin, um hvør av H71 ella VÍF sleppur at kalla seg føroyameistari, verður leiktur í Hoyvíkshøllini mikudagin 8. apríl 2015, kl. 20:15.

Upphiting er frá kl 18:00 í H71-hølunum, har ídnar gentur fara at mála hoyvíkingar svartar.

Vit leggja upp til, at hoyvíkingar møta tíðliga, og fyri at stytta sær um stundir, ja, tá ber til at sutla kaffi alt meðan vit práta um vánirnar fyri dystinum og FM-kjansinum sum heild.

Tey av tykkum, ið eru so kjokkað við spenningi, at ongin orka er til at práta seg íhel, ella bara dekan svong, íðan, tit kunnu bara fáa tykkum ein skuffukøkubita ístaðin. Hvussu er og ikki, so er óhøviskt at bæði eta og tala um eina tíð.

Øll eru so hjartaliga vælkomin til eitt hondbóltsprát og upphiting nakað væl fyri dyst. Vitonnur møta so kl. 18 klár at taka ímóti H71arum, sum so aftur eru alklárir at stuðla okkara svørtu monnum at fáa føroyameistaraheitið heim.

Fjepparaskarin veksur í vavi fyri árið, og tað eru bæði yngri sum eldri, konufólk og kallar, sum leggjast afturat. Hetta er at fegnast um, tí H71 er ikki bara um leikarar og hondbólt, men um eitt samfelag. Ja, sjálvur snúningsásin í Føroya størsta nærsamfelagi.

H71 er, um tú vilt, tape'ið í 188. Og við okkara hjálp hava okkara dreingir altíð ein møguleika.

Koyr á Svartir, Koyr á Hoyvík!

---
Myndin til hesa greinina er frá FM-finaluni í 2009. Her sita tveir málaðir dreingir, fremst Jónas Djurhuus og høgrumegin hann Helgi Hoydal - klárir til dyst.
Nú er Helgi sjálvur við á liðinum hjá okkum. Og var Jónas ikki  skaddur, so hevði hann kanska eisini verið við.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo