8. apríl 2015

Finalan verður avgjørd sunnudagin


H71-VÍF: 24-25 (12-13)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Sigmar Mørkøre / in.fo og Jan Sørensen

Uppgávan er púra greið. Vit skulu vinna báðar teir næstu dystirnar, bæði leygardagin og sunnudagin.

Tað gekk akkurát ikki í kvøld, men vit fingu ein góðan dyst. Spennandi til tað síðsta, tí tað kundi fara báðar vegir. Ongin katastrofa, vit vinna í Vestmanna. H71 hevur eyðkendan spælistíl. Tað verður ongantíð gjørt meiri, enn tørvur er á. Tí eru vit best, tá onki er at geva av. Uppgávan er púra greið. Vit skulu vinna báðar teir næstu dystirnar, bæði leygardagin og sunnudagin.

Dysturin í dag var javnur og spennandi alla tíðina. Tað gekk eisini júst, sum tað skuldi. Hóast vit runnu aftaná fyri tað mesta, so komu vit framum eina løtu tíðliga í øðrum hálvleiki. Vóru vit eitt sindur hepnari, hevði tað verið munurin, ið bjargaði okkum dystin, men so varð ikki. Tvær ferðir vóru vit á odda, men VÍF kom aftur. Móti endanum vóru vit so óheppin, at Hallur fekk tveir minuttir. Hetta var í 27. minutti og sera óheppið. Tað vóru ikki mong, ið sóu tað sama sum dómarin. Kortini megnaði H71 at koma lutfalsliga væl frá hesum. Tvær ferðir fiskaði Hilmar Leon bóltin, og vit fingu tvey mál, soleiðis at tað bleiv javnleikur. Tíverri eydnaðist VÍF at fáa mál, soleiðis at endastøðan gjørdist 24-25.

Hetta var ikki besti dystur hjá H71, men verjan stóð væl, og hetta skapti dystin. Álopið koyrdi ikki væl. Tað gjørdist ov stirvið, tí tað vóru ov fáir, sum reiðiliga bjóðaðu seg til. Tá ábyrgdin kemur at liggja á ov fáum, verður spælið ov stirvið. Skot uppá mál verða eitt slag av neyðskoti, sum er løtt hjá málmanninum at taka. Tað, sum sýntist at rigga best, var beinleiðis álop, har ruðuleikin av útskiftingum skapar møguleikar, sum ikki vísa seg, tá miðsterka verjan er komin uppá pláss.

Hilmar Leon spældi ein fínan dyst, og fekk fýra mál. Mark vísti seg aftur at verða eitt slag av áliti og skoraði heili 9 mál.

Leygardagin mugu vit rætta ymiskt, ið ikki riggaði so væl í dag. Verjan riggaði yvirhøvur væl, og menn arbeiddu væl. Tó var ov lætt hjá Filippi at spáka sær innum og skora. Álopið má skipast betur, og menn mugu verða nógv ágrýtnari og søkja meiri at málinum. Tað er ov lætt hjá mótpartinum, tá ikki allir hótta. Nakað væl meiri grammleika í álopið, so koyrir maskinan.

Minnist til – tit kunnu avgera alt sjálvir.

Dómaraseðil.
 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo