leygardagur, 11. apríl 2015
Vissuliga, vestmenningar eru góðir, men als ikki óvinniligir. Vit eita H71, og vit tapa ikki.
"Sometimes By Losing a Battle You Find a New Way to Win the War" (Donald Trump). Soleiðis, tit menn í svørtum, soleiðis! 55-45 ella 65-35 ella "finalan í kvøld var tann fyrra av tveimum FM-finalum hetta kappingarárið" skal enda soleiðis sirka á sama stað, eg endaði mítt fyrsta 1. g-gildi: í eini veit... ímóti mínum vilja.
Eg trúliga meini, at besta løtan hjá einum menniskja, tað mest ultimativa upplivilsið, er handa løtan, tá tað hevur lagt sína sál og kropp í tað, sum stendur tær nærmast. Og, dreingir, í morgin, í annaðkvøld, var tað so bara í annaðkvøld!, tá er tað H71, tykkara familja, tykkara felag, sum stendur tykkum nærmast.
Vit eiga øll H71, og tað er effinett klokkan 18.30, at tit seta á!
Slagið stendur í Norðurstreymi, í fíggindalandi, hvat so? Vit eru H71, og vit falla ikki í víggi. Ikki fyri nøkrum. Eiheldur Joensen og Eriksen, ella hvat teir nú kalla seg, tá teir ikki eita Olsen.
Vissuliga, vestmenningar eru góðir, men als ikki óvinniligir. Vit eita H71, og vit tapa ikki. Ikki, tá ið av tornar. Men skuldi tað hent, so verður tað ikki vegna trot á stríðsvilja, vegna vinnaravilja ella alski til Felagið.
Tit, H71arir, tað er í hesu løtu, beint nú!, at tit skulu vita, at bert menn, ið gera sær dælt av tapinum, av missinum, ið skava botnin, ið hava tað í sær at toga hasa eyka frumkraftina úr sær til tess at vinna, tá dysturin stendur á gomlum nøglum. Og tað kemur hann at gera. Í slagnum eru óteljandi dystir, og vinna tit fleiri enn tit tapa, tá vinna tit Slagið.
Alt kann henda, men einki hendir, um tín partur liggur eftir. Einki. Tit erfarnu, nú er at traðka í karakter. Tit vita, hvør tit eru. Tit mugu tora at spæla tann hondbólt, ið býr í tykkum. Hoyvíkshondbólt. Vísið teimum, vísið teimum, hvar húsvognarnir skulu standa!
Hugsið sum lið, fylgið leikætlanina og eksekverið hana til fulnar. Men hugsið sum menn. Hugsið sjálvstøðugt. Og hugsið um okkum, ið stuðla tykkum í hvørjum dysti til Slagið er vunnið og FM er heima, Heima í Hoyvík.
Eg sigi tykkum: liggur bólturin á gólvinum, klárur at henta, tá fucking kasta tit tykkum eftir honum. Har er einki "hvis ikki"! Tað er sum við børnum, eisini mínum: tit bara bloody gera tað! Slutt prát!
Tit fáa eitt sitat á vegnum, enn ein amerikumaður, Harry S Truman: "Don't let them bring it to you. Put them on the defensive and don't ever apologize for anything!"
Vit síggjast seinni.
Inntil tá og meðan og eftir, minnist til, at framtíðin er svørt, so kolasvørt.
Koyr á Maskinuna, Koyrið á Svartir!
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |