leygardagur, 11. apríl 2015

Tætt og intenst í góðum dysti


VÍF-H71: 24-23 (10-10)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

VÍF-miðverjan er at líkna sum steyrrætt meitilberg, og lættari er at leggja leiðina framvið enn at klúgva uppum.

Vit megnaðu tíverri ikki at gera arbeiðið heilt liðugt, men tó eitt vælaavrik. Tað manglaðu bert trý mál í at verða fullkomið, tí hetta var tað, sum skuldi til fyri at vinna finalurnar. Dysturin í dag (seinni finaludystur) endaði við, at VÍF vann við einum máli, júst sum í fyrra finaludystinum. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 10-10.

Í dystinum í dag sóu vit menn geva alt tað, teir áttu. Vilji og innsatsur manglaðu ikki, og á tí síðuni kundu vit ikki gjørt meira. Frá fyrsta bríksli sást, at menn høvdu avgjørdan vilja til at vinna, og tað var ikki sørt, at hetta kom heldur óvart á vertirnar. Tíverri manglaði neyvleiki í skotunum, soleiðis at úrtøkan ikki samsvaraði við ágangin.

Verjurnar báðar vóru sum múrar. Hetta sæst eisini aftur í hálvleiksstøðuni. Bert 10 mál í part, sum má sigast at verða heldur sjáldsamt. VÍF-miðverjan er at líkna sum steyrrætt meitilberg, og lættari er at leggja leiðina framvið enn at klúgva uppum. H71 verjan er als ikki bergkend, men vísti í dag ein sjáldsaman eginleika við at spæla undirhaldandi verjuspæl, sum samstundis var ótrúliga væleydnað við at vera mobilt, kontant og samarbeiðandi, og við einum heilt fantastiskum málmanni (Ári Dam).

Avrikið í dag var so gott, sum vit yvirhøvur kunnu krevja. Við eitt sindur meiri hepni, so kundi dysturin eins væl dottið okkara veg. Maskinan vísti 120 % á dampskalanum, og tað føldist í høllini.

Ná – hatta var tað. Liðugt fyri í ár. Takk fyri eitt gott hondbóltsár og takk fyri tveir fínar og spennandi finaludystir.

Tilukku til VÍF við gullinum!

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com