sunnudagur, 12. apríl 2015

Tillukku, Neistin og VÍF


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Hervið ynskir H71 Neistanum og VÍF hjartaligu tillukku við føroyameistaraheitinum.

Kvinnufinalan var kanska ikki so spennandi, sum tann uttanveltaði hevði ynskt, men tað sigur kanska meiri um, hvussu gott eitt lið, bláu havnakvinnurnar hava.

Kyndil, kenni eg Andreas F. Hansen rætt, hevur stríddst mannliga, men onkuntíð mást tú bara geva teg fyri yvirmaktini. Og Neistin hevur helst eisini fleiri vápn at skjóta við enn tær grønu. So, alt í alt, tillukku við FM, Neistin, og tillukku við greipuni.

Um kvinufinalan ikki var so spennandi, so var tann hjá kallverunum tað. Fyrst var tað dysturin í Hoyvík, har tað var javnleikur við góðum hálvum minutti eftir at spæla. VÍF, væl hjálptir av rutinu, vunnu handa dystin.

Í Vestmanna, aftur rutina, vunnu teir ein dyst, ið títtum sá út til at koppa hoyvíksveg. H71 var frammanfyri við tveimum málum eitt skifti í 2. hálvleiki, og tað var tá, vit áttu at drigið frá. Men heldur enn gera sær dælt av fríum kjansum, hvat oftani hevur verið okkara trupulleiki, gjørdu vit ikki tað.

Og tá er VÍF enn eitt so rutinerað lið, at hetta verður revsað. Hvat tað bleiv.

Har var ein støða, síðst í hesum øðrum hálvleiki, har vestmennignar vóru tveir mans minni, men uttan vit megnaðu at fáa úrtøku burturúr, heldur øvut.

Men og men. Vit góvu alt. Og meiri kanst tú ikki gera. Og skuldi nakað lið geva VÍF dyst til apsaluttu strikuna, so var tað H71. Teir vóru líka hasa tonnina betur, og tað vóru teir eisini tvørturígjøgnum árið. Betri enn øll hini liðini.

Tó styttist millum liðini, ja, har er so gott sum einki at geva av teirra millum. Høvdu vit havt Heina, so... Høvdu vit havt hann kláran, so... høvdu og høvdu:)

So nú er ikki at slaka. Á ongum hermóti. Halda á við miðvísari og framfýsnari venjing og samtíðis trúgva uppá, at tað, vit gera, er vinnarastílur.

Vit frøast tó um, at FM-gullið fann sín veg til Vestmanna--kundi tað ikki enda í Hoyvík. Fullvegis hegemoni er aldri av tí góða.

Tillukku til Inga og leikarar. Alt árið hava tit víst framúr hondbólt og víst tykkum sum verdugir vinnarar; men ansið nú eftir hasum steypinum, tí vit koma eftir tí næsta ár!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com