27. apríl 2015

Mark og Hallur


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Jóanis Nielsen / jn.fo

Okkara lið kláraði seg væl í ár. Allir leikarir gjørdu sítt.

Men, sum við Orwellsa rámandi orðum um javnaðarfólk og tess líkleika-ideologi, hvussu øll eru so øgiliga líka, men nøkur bara meiri líka enn onnur", ja, so er eisini í ítrótti.

Allir hava teir verið góðir, men nakrir hava bara verið betri enn aðrir. Og at tað eru Mark og Hallur, sum fingu topp-herðaklapp á Hondbólsgalla í Vági leygarkvøldið, kemur valla óvart á hasi, ið hava fylgt við H71 tvørturígjøgnum kappingarárið.

Mark Marcher gjørdi ikki mætari enn at vinna tí mest fornemmu heiðurslønina "Ársins spælari hjá monnum", meðan Hallur so avbera væl uppiborið fekk heiðurin sum "Besti spælskipari hjá monnum".

Vit ynskja Halli og Mark hjartaliga tillukku við heiðurslønunum. Og so er bara at pota bæði beinini hægst eina stund fyrrenn áðrenn venjingar í álvara byrja aftur. Og so aftur at náa finalupláss við seinnameiri gulli.

H71


Myndirnar hava vit lænt frá Jóanesi Nielsen. Fleiri myndir eru á hansara heimasíðu: www.jn.fo.
Her hm er tað Tróndur Arge, sum sýnist at vera í góðum hondum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo