3. mai 2015

Peter Krogh H71ari


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Næsta kappingarár fer Peter Krogh at spæla við H71

Síðstu viku gjørdi H71 framtíðina uppaftur svartari. Var hon svørt, tá er hon nú tað svartari. Ungdómparturin og skúlingin av hoyvíksbørnum er í sínum lívs blóma. Hetta er umráðandi. Mest umráðandi.

Tó so, tað er AA-liðið, ið er felagsins flaggberi. Hetta er okkara besta lið, sum skal royna at basa besta liðið hjá øllum øðrum feløgum her á landi.

Av tí sama hava vit styrkt um hondina hjá okkara høvuðsvenjarum, Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen.

Og hetta er ein styrkur, ið vil nakað.

Peter Krogh er 24 ára gamal málslúkur úr Danmark. Hann kemur úr Jútlandi, er uppvaksin í hondbólti og er væl skúlaður. Fyrikomandi og avgjørdur, kvikur og skjótt-hugsandi hóskar hann óvanliga væl inn í hópin og felagið annars, bæði sosialt og hondbóltsliga.
Hann vandi við hópinum herfyri áðrenn undirskrift og alt tað formliga, og jú, hann verður tann fongur, vit høvdu roknað við frammanundan. Tú kanst siga, at vit eru heppin at hava fingið hann, og hann okkum.

Peter er 191 sentimetrar høgur. Ein høggari. Hann hevur spælt fyri Viborg HK, Aars HK, Aalestrup IF og Randers HH.

Hóast sín unga aldur hevur hann nógvar royndir, herundir royndir frá bestu deildini í Danmark, tá ið hann spældi við Viborg HK. Seinnu hálvu síðsta kappingarár leikti Peter við Randers HH, sum spældi við um at flyta upp í bestu deildina.

Hetta endaði við kvalifikatiónsdysti ímóti Skanderborg, sum eitt nú hevur Jóhan á Plógv Hansen á leikaralistanum. Randers HH var sera væl við, men blivu akkurát ov stuttir at rykkja upp.

Petur Mittún, høvuðsvenjari, hevur hetta at siga um Peter Krogh:
"Peter er ein sermerktur leikari, sum kann skjóta bæði við vinstra og høgra armi. Sostatt kann hann spæla á bæði høgra og vinstra bakki. Peter hevur eitt gott skot, er skjótur á fyrstu fetunum, umframt at hann er fysiskt væl fyri.

Ætlanin er, at Peter fyrst og fremst kemur at spæla á høgra bakki, saman við Hans Kára. Seinastu árini hevur liðið manglað lámar spælarar, eins og liðið hevur manglað skotstyrki úti frá. Hetta eru alt førleikar, sum Peter vónandi kann tilføra liðinum.
"

Forvitnisligt verður, tí eitt felag sum H71 skal altíð vera í toppinum. Umskiftið er fullgjørt. Hatta menningarstigið, har vit fara frá altíð at hava eina kvalifiseraða vón, til nú miðvíst at rokna við finalum á hvørjum ári, er rokkið.
Endamálið er at gera felagið sjálvbjargið og kortini verða verandi í Tungvektaralandi. Inntil ta tíð er tað eitt øgiligt íkast til felagið sum heild, tá slíkur leikari gerst tøkur. Og onkuntíð er eisini sunt og spennandi við fremmandasløði.

Eins og við Mark Marcher, ársins leikara hjá monnum, vóna vit líkaleiðis, at hansara landsmaður fer at trívast væl í Hoyvík og bera øllum H71arum í posa og sekk.
At hava Mark við sína lið fer at gagna Peter, og vónandi fara allir limir og vaksandi viðhaldsfjøldin at merkja donsku greipuna á øllum hermótum, ikki minst í finalum.

Hervið ynskja vit Peter Krogh vælkomnan til Hoyvíkar, vælkomnan til H71.

H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo