sunnudagur, 28. apríl 2013

KÍF er føroyameistari í hondbólti 2013


KÍF – H71 : 27-22 (11-12)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

So eydnaðist tað at enda kollfirðingum at vinna sær FM-heitið

Eftir at H71 byrjaði dystin við ágangandi álopi og stak góðum verjuspæli, endnaðist heimaliðinum spakuliga at eta burturav trivaligu leiðsluni, ið vit høvdu bygt okkum upp beinanveg í fyrra hálvleiki. Okkum eydnaðist ikki líka væl sum kollfirðingum, at halda fast í verjuni, og hetta gjørdi at orkan, at enda, gekk undan hjá okkara monnum. Dysturin koppaði til fyrimunar hjá heimaliðnum og endaði við einum tryggum sigri, 26-22 til KÍF.
 

Dystargongd:

Eftir at liðini høvdu skorað tvey mál í part, streyk H71 frá KÍF, og legði seg á odda 6-4 eftir 10 minuttum, og enntá uppá 9-3 tá 16 min. vóru leiktir. Hetta kom eftir óvanliga ágangandi álopsspæl hjá H71, og hetta kom sjónliga illa við hjá KÍF-arunum, sum fyrstu løtuna vóru heilt ráðaleysir. Hetta var júst sama uppskrift, sum KÍF brúkti í fyrra dystinum, bara ógvusligari. Hesa løtuna stóð Ári heilt fantastiskt í málinum, hann tók bara alt, hann kundi ikki verið betur, og hetta var ein av orsøkunum til, at tað gekk so væl hesa løtuna. Eftir at bæði liðini høvdu tikið hvør sítt “time-out”, steðgaði góði stimin hjá H71, og tað fór at ganga skjótt framá hjá KÍF. Við hálvleik var bert eitt mál á muni. Støðan var 12-11 til H71.

Tað vóru fleiri, sum høvdu sagt sínar hugsanir um hvussu liðini vóru fyri. Úr KÍF var sagt við fjølmiðlarnar at nærum helvtin av leikarunum høvdu skaðar at dragast við, og tí vóru tað fleiri av viðmerkjarunum, sum hildu at H71 møguliga var betur fyri. Hetta kom ikki at halda. Útskiftini vóru ikki so nógv á H71-liðnum, og tað tærdi ov nógv uppá kreftirnar, og tí sluppu kollfirðingar at halda fram við sínum væleydnaða spæli.

Tað var helst fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, at vit missa dystin. Tað eydnast okkum ikki at skora, meðan KÍF hevur fingið liðið til at rigga. At tað ímóti endanum gongur betur í álopinum, nyttar einki, tí tað er ov lítil tíð eftir. KÍF koyrir dystin trygt í hús og vinnur 27-22.

Ofta eru úrslitini hjá H71 tengd at, hvussu tað gongur hjá Bogdani at skora. Í hesum dystinum bleiv hann mansvardur frá fyrsta bríksli, og tað gekk onki serligt við at slíta seg leysan. Hetta gevur betur pláss til hinar, og Rógvi, sum var sera atsøkin, skoraði 7 mál og gjørdist besti skjútti. Tað lá eisini væl fyri hjá Boga á vinstra vongi , sum skoraði fimm ferðir.

Hví vunnu vit ikki?
Ein av orsøkunum var í hvussu er, at teir í KÍF megnaðu at koma fyri seg eftir hvøkkin, og tað vetið, ið bæði verjan og álopið blivu betur, var nokk til spakuliga at eta burturav stóru leiðsluni í fyrra hálvleiki. Tá hetta so eydnast, og góða leiðslan, so at siga, hvørvur við hálvleik, so skiftir psyologiska yvirvágin til KÍF.

Eitt annað, sum sýntist løgi, var at skifta málmann, tá tað hevði gingið Ára so væl. Gott nokk stóð Tóraldur væl, men tað kundi ikki gerast betur, enn Ári hevði staðið. "Never change a winning team" er parola úr enskum fótbólti, og kann brúkast í nógvum øðrum viðurskiftum. Hví broyta nakað, tá tað gongur væl ???, ella vit kundu eisini sagt “If it ain’t broken, don’t fix it !!! Nakað soleiðis kundu vit hugsa. Tað er væl skilligt at menn mugu hvíla og kunnu ikki koyra við fullari ferð ein heilan dyst, tað sigur seg sjálvt, men hetta var ikki neyðugt hjá málmonnunum.

Taka vit alt liðið, so vóru tað nógvir, sum ikki raktu dagin. Álopið bleiv ov einstáttað, og kreftirnar vóru brúktar teir síðstu 10-15 minuttirnar. Breiddin á KÍF-liðinum gjørdist sjónlig, og teir koyrdu við somu væleydnaðu uppskrift, sum vit ikki megnaðu at gera nakað við.
Kedd og tó fegin

Vit eru sjálvsagt øll kedd um gullið, sum glapp okkum úr hendi, nú vit vóru komin so langt. Liðið hevur staðið seg nógv betri, enn flest øll høvdu væntað, fáur kundi ímynda sær, at júst somu lið aftur fóru at seta hendan so sera spennandi dámin á FM-finaluna sum í fjør. Tað gjørdist næstan líka spennandi.

Tað vóru nógv sum høvdu ilt av støðuni hjá kollfirðingum, um H71 aftur vann. Vit eru tó fegin teirra vegna, at tað nú hevur eydnast at vinna fyrsta FM-heitið til Kollafjarðar. Tankarnir leita eisini til Jan Ottosen, sum legði spíran til, at hetta lat seg gera, og ynskja somuleiðis Jakob Jónsson tillukku við væleydnaða arbeiðnum hjá honum at føra KÍF til sigurs. Tillukku KÍF og tillukku allir kollfirðingar.

Tillukku H71 við silvurmerkjunum.

Vit ynskja øllum leikarum , venjarum og hjálparfólkum eitt stórt tillukku við silvurmerkjunum. Tit hava allir gjørt eitt megnar arbeiði og vit eru øll sera stolt av tykkum.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com