týsdagur, 16. juni 2015
Herfyri kom Ítróttasamband Føroya við eini frágreiðing um umstøður hjá ítróttinum.
Innímillum allan ruðuleikan var eitt petti um limatøl býtt á ítróttagreinir og kommunu.
Áðrenn vit reypa um H71, so er gleðiligt at staðfesta, at triðji hvør føroyingur íðkar ítrótt. Hetta, og tað, at vit enn hava familjur, sum eta saman, og enn meiri heima- enn útigjørt, er væl ein forkláring uppá, at vit ikki eru so trivalig sum so nógvar aðrar tjoðir, "vit vanliga samanbera okkum við".
Frágreiðingin vísir, at 15.633 íðkandi eru í Føroyum, og at tað eru fótbóltur, fimleikur og hondbóltur, sum eiga flestu limir. Tað er eisini henda røð, ið eigur flest íðkandi.
4.733 íðka fótbólt, 3.617 íðka fimleik, meðan 2068 íðka hondbólt.
Havnafólk dáma óalmindeliga væl fimleik. Faktiskt best. Heili 2.580. Næstan túsund færri íðka fótbólt, 1.537. Hondbólturin er á einum triðja plássi við 1.007 íðkandi.
Tað vil so siga, at triðji hvør føroyingur íðkar ítrótt, hondbólturin er á einum triðja plássi, og at H71, við 380 limum, eigur triðja hvønn hondbóltsleikara í Tórshavnar kommunu.
Talið seinastu 2 árini er nøkulunda støðugt, altso limatalið í Hoyvík.
Tó, sum eitt kuriosum, kann eg nevna, at í 2006 høvdu vit bert 15 íðkandi gentur í 2006, so her er vent í holuni, nú tá ið vit so miðvíst, og eftir ætlan, bora okkum uppígjøgnum deildirnar.
Tá fer talið væl at nærkast 400, og við hjálp av nýstartaðum landsliðsarbeiði á øllum planum, ja, tá fer limatalið fyri hondbóltin bara at taka dik á seg.
Men tað fer væl fótbólturin eisini, um vit blíva við við at vinna á grikkum, og Team Alda somuleiðis blívur við at avrika á apsalutt hægsta støði.
Lívið er ikki ein líkningur, og tí er tað, at liberalisturin hevur rætt í áskoðanini--stolin frá Pet Shop Boys: "Too Much of Everything Is Never Enough".
Altso, har er nokk av fólki at taka av, um bara vit droppa hasar vanlukkuprædikurnar um eittt avfólkað Føroyar, men heldur gera Føroyar til ein enn betri stað fyri tey, ið faktiskt búgva her--heldur enn mannminkandi lifra fyri grenjisurrunum, ið ikki búgva her... um hvat vit kunnu gera fyri teimum, so tey kunnu veita okkum tann heiður at tíma at koma "heim".
Onwards and Upwards, sigi eg bara!
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |