29. juni 2015

Og nú eigur U19 tørn


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Og, eins og eftir gomlum siði, so verður tað við H71-spælarum. Hesuferð við fýra av slagnum.

Kappingin eitur European Open, og er í Gøteborg, sum væl er svenska svarið uppá Aarhus.

Faktiskt, og til tey krimiseriu-interesseraðu, so eru tað fleiri slíkar, ið taka seg út í hesum næststørsta býi í Svøríki. Enntá hava onkrar bumbuepisodur verið í Gothia Towers--altso, vit tosa film... so hetta passar ikki:)

Ein teirra eitur "Irene Huss", ein onnur Johan Falk.

Men aftur til hondbóltin. European Open kann væl flokkast sum eitt slag av EM, og tað er hvørt ár. Men annaðhvørt ár fyri kvinnur, annaðhvørt menn. Tvs menn ólíka ár, kvinnur líka ár.

Nøkur lið eru at spæla við, meðan onnur eru av veruligum kalibri. Hetta vita vit í H71, tí tað er um sama mundið, beint nú!, at altjóða Partille Cup er. European Open byrjar í dag, Partille Cup í morgin.
So tá "okkara" lið ikki spæla, tá taka vit eitt rend yvir í høllina, har okkara U19-landslið spælir. Fyri tveimum árum síðani vóru fleiri skótar ella talentspottarir, eisini frá teim heilt stóru feløgunum.

Teir, ið umboða H71, eru hesir:
Helgi Hildarson Hoydal, Pætur Thomsen, Brandur Halgirsson og Hilmar Leon Jacobsen.

Av hesum eru tríggir at kalla fastir menn á H71sa bestaliði, men Brandur er enn dekan ungur. Hann er tó farin til Týsklands í hondbólts-/skúlaørindum og er avbera nærlagdur sum persónur, so har eru helst útlit fyri, at hinir tríggir um ikki so grúuliga leingi verða 'joinaðir' av honum á bestaliðnum.

Fyrsti dystur hjá Føroyum er ídag kl. 13 ímóti Kekkia, og 5 tímar seinni skulu teir rista risarnar úr Russlandi.

Enn sum altíð er tað greipan, Kári Nielsen og Birgur Hansen, ið hava tikið út, venja og stýra liðnum frá síðulinjuni.

Vit ynskja Føroyum alt tað besta!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo