1. juli 2015

U19: Føroyar nr. 3 í bólkinum


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Russar fóru altíð at verða truplir at rista. Og so tað vísti seg. Vit taptu 17-29.

Tað gekk annars heilt ókey, 10-11, nakað inn í dystin, men russar dugdu óvanliga væl at gera sær dælt av fleirtalsstøðuni.
Og so gekst líka lúkst niðureftir sum hjá teim konservativu í DK. Tó so, eingin avhølvingur, bara stórt tap.

Betri gekst ímóti einum vælleikandi Hollandi. Ja, Holland. Men hesir duga spæla hondbólt. Taptu bara við einum máli vs Russalndi--sig so tað!

Og tá vit taptu við trimum málum, 24-27, ímóti Hollandi, so er hetta so bestemt eitt ábendandi avrik.

"Okkara" málskorarir vs Russlandi vóru:
Pætur Thomsen 3
Brandur Halgirson 2
Hilmar Leon Jakobsen 1

"Okkara" málskorarir vs Hollandi vóru:
Hilmar Leon Jakobsen 2
Helgi H. Hoydal 1
Brandur Halgirson 1
Pætur Thomsen 1

Hetta merkir, at Føroyar skal spæla um plássini 9-16, og eru vit í bólki saman Estlandi, Georgia og Moldova.

Dystirnir eru, allir sum ein, ídag.

Um kappingina annars, European Open, sum jú er eitt slag av mansunglinga-EM, kann sigast, at Ísland, Svøríki, Spania og so Russland hava verið suverenar tjóðir í bólkaumfarinum.

Hesar tjóðir hondbóltast í hesi løtu um eftirstundandi heitið sum European Open-meistarir.

Til ber at kanna nærri við at trýsta á hesa leinkju:
http://www.eurohandball.com/eopen/19/men/2015/round/1/Final+Tournament

Góða eydnu við plaserings-dystunum!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo