mikudagur, 1. juli 2015

Frá ókey til gott, heilt gott


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Dagur 3 í Göteborg.

Við at gera sær dælt av Cup Manager á h71.fo sært tú, hvussu gongst.

Yngru deildirnar eru tær, ið veruliga spíla seg út. Einki at fara skeivur av. Tað hevur víst seg at verið trupult hjá eldru gentunum, gentur 18, men har eru nøkur habil feløg teirra millum. Men enn ein dagur er í morgin, og hóast miklan hita, so er bara eitt at gera: koyra á!

Gentur 16 vunnu sín fyrsta dyst í dag. Hesin í einum lágtskorandi dysti ímóti Driv IL, 7-5.

Árgangurin beint undir, gentur 15, eru klárar til A-endaspælið eftir tríggjar sigrar ídag. Í morgin spæla tær ímóti einum Aarhusianskum felagi, sum komu rættiliga langt í fjør, og hetta er dystur um fyrsta plássið.

Gentur 14 hava sín fyrsta sigur til góðar, men í morgin eru dystir, har avgjørdir møguleikar eru. Og tá úrslitini ikki altíð spæla rætta vegin, tá telja royndirnar ikki so lítið. Hetta er nakað, genturnar kunnu taka við inn í næsta kappingarár.

Eisini gentur 12 hava spælt seg til A-spælið. Hetta við 4 sigrum út av 5 møguligum. Í morgin er so plaseringsdystur, áðrenn tær fara til brots fríggjadagin. Mótstøðuliðið verður bestemmað so skjótt sum plássini í innleiðandi er greitt. Spennandi.

Gentur 10 spela avstað og buka alt svenskt á veg inn í A-endaspælið. Tað er tað. Í morgin er enn ein dystur, men tær eru víðari. Í dag bastu tær tvey IK Savehof-lið, sum jú er tað heilt stóra felagið í, ikki bara Gæteborg-leiðini, men eitt stórlið í Svøríki.

----

Dreingirnir klára seg eisini væl. Eldri liðini veita mótstøðu, men eru ikki millum tey bestu. Ein sigur her, ein javnleikur har. Hetta er á góðari leið; og sum hjá øðrum, ja so eru hetta góðar erfaringar at fáa inn í eitt víðari hondbóltslív, tá tey skulu kappast í heyst og vetur.

Í morgin kl. 13:55 verður avgerandi dystur hjá dreingir 15 um at koma í A-umfarið. Hetta er regulerur finaludystur, og mótstøðuliðið er Hjortshøj Egå IF 2. Vit krossa fingrar.

Eisini dreingir 13 lið 1 eru suverenir. 4 dystir og 4 sigrar. Her er einki at kom eftir. Teir høvdu onkrar trupuleikar í gjár, har teir vunni við einum máli, men annars hevur gingið sum eftir ánni. Har eru nógv góð lið, tað eru tað allastaðni, so nú verður spennandi.

Lið 2 hevur klárað seg sera væl eisini. 4 stig. Tvs 2 sigrar. Ídag vunnu teir á einum norskum og einum svenskum liði. Men fyri at koma í A-bólkin, so skulu teir spæla ímóti Zagreb, sum tykjast sterkir. Sera sterkir. Óansæð, flott avrik.

D11 lið 2 er ovast í sínum bólki. 4 av 4, ið gevur 8 stig. Víðari til A-endaspælið. Í morgin spæla teir ímóti egyptum, Alexandria Team. Stuttligt ata royna seg ímóti øðrum enn skandinaviskum tjóðum.

(Forrestin, Skandinavia, til hasi, ið ikki hava so góðar landalæru- ella NT-lærarar, so umfatar tað Svøríki, Danmark og Norra. Leggja vit Áland, Føroyar, Grønland, Finland og Ísland afturat, íðan, tá hava vit Norðurlond.)

Lið 1 hevur eisini vunnið. Ikki eins nógv, men teir standa seg. Hjá mær at síggja koma teir ikki í A-bólkin, hóast teir vinna á sín dyst í morgin, vegna "innanhýsis". Vinna teir, hava teir eins nógv stig og LUGI HF 2, men liðið vann sín dyst ímóti H71, og so kann tað gera tað sama. Málmunur, skuldi hann talt vegna hoyvíkingar, verður trumfaður av innanhýsis.

D10 eru eisini væl á veg í A-endaspælið. Teir taptu fyri OV Helsingborg, men annars rudda teir alla mótstøðu til viks.

----

Samanumtikið hava vit havt ein heilt góðan dag. Eitt heilt gott Partille. Men í morgin er enn ein dagur. Dagurin, har teir síðstu innleiðandi dystirnir verða spældir.

Nakrir teirra, sum td tann hjá dreingir 15, er avgerandi. Ein finala. Ein verulig mano i mano-uppgerð.

Tað ganga ikki meiri enn 5-10 minuttir áðrenn tit hondbóltsforvitnu síggja úrslitini.

Leinkjan er enn hin sama sum áður henda: http://partillecup.com/swe/

So er bara at tasta "B15" og trýsta á "Enter-knøttin", um tú vilt vita um Boys 15, dreingir 15. So koma bólkarnir fram, og so finnur tú H71 og trýstir á View group.

Simples!

H71 ynskir øllum enn ein framúr Partille-dag í morgin.

Vit høvdu sólina frammi í akkurát 71 minuttir frammi í dag. Hoyvíkingar, teir, ið eftir eru, spelaðu oman í býin at keypa softís. Lítið av miklum í mun til tað, tit labba í tykkum fyri eystan.

Og hóast nakrir kroppar blíva lekrari brúnir, so ansið eftir hasi sólini. Idiotiskt at brenna seg og óhugaligt at spæla sólbrendur.

Fyrstu og einastu og síðstu ferð, eg komi við heilsuráðum´:)

Koyr á H71!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com