hósdagur, 2. juli 2015

Dystir hjá D11-2


Skrivað hevur: Jón Højsted & Sìmun Poulsen

Frágreiðingar frá D11-2 á Partille Cup.

Dystur 30. juni: H71 2 – Torslanda
Lagt var upp til ein spennandi dyst millum hesi liðini, av tí at væntað varð, at Torslanda, sum nú skuldi spælast ímóti, mundi vera sterkasta liðið í bólkinum. Tí vóru eisini nógvir áskoðarar komnir til dystin.

Tað sást beinanvegin, at dreingirnir vóru ógvuliga uppsettir og ágrýtnir. Verjuspælið var í topp, og Torslanda leikararnir sluppu tí als ikki framat málinum. Talan varð tí ongantíð um ein spennandi dyst, tí longu aftaná 5 minuttir var støðan 5-0 til okkara. Gongdin helt áfram allan dystin, og hálvleiksstøðan varð 11-3 og dysturin endaði 20-5.

Til stuttleika kann nevnast, at vit møttu leikarum og venjara á ferjuni til Gøtuborg, tá ið vit komu, og tá varð mynd tikin av báðum málmonnunum. Ætlanin varð at taka eina felagsmynd eftir dystin, men tá var lagið so ringt á mótstøðuliðnum, at hon bleiv droppað.
 

Dystir 1. juli
Dreingir 11 H71 2 hava í dag spælt móti tveimum svenskum liðum.

Okkara dreingir vunnu sannførandi báðar dystirnar. Úrslitini vóru 19-15 og 11-2.

Liðið hevur ein dyst eftir í bólkaspælinum í morgin, men longu nú er greitt, at teir hava vunnið bólkin.

Tit har í Göteborg:

Enn hava vit ikki fingið so nógvar myndir úr Svøríki.
Men tit eru enn vælkomin at senda okkum - myndir.
Tað kunna vera myndir frá dystum, men eisini frá tí sosiala lívinum, frá hugna, frá matarsteðgi, frá taktikkfundi, av áskoðarum og fjepparum, ... you name it.
Flestu hava snildfon, internet-samband, so - send onkra mynd, PLEASE!  



---
Samlað yvirlit yvir deildir, dystir og støður hjá H71 kanst tú lesa her.

Vit leggja eisini myndir frá Partille Cup 2015 í myndasavnið so hvørt, sum vit fáa tær inn.
Tú sært eisini myndirnar til høgru her á síðuni.

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com