hósdagur, 2. juli 2015

H71 heili 7 lið í A-endaumfarinum


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Dagur 4 í Göteborg.

Tað má sigast eitt vera eitt stórt herðaklapp til felagið, venjarar, leikarar og foreldur, at Hoyvík hevur skaffað sær so nógv við í A-playoff, sum tað eitur í Partille Cup.

Tá vit so hugsa um, at eitt ella tvey lið afturat eisini kundu verið har, altso 8-9, so tosa vit kvalitet.

Hjá teim heilt ungu er vegurin til finaluna ikki so langur, oftani bara 8 lið eftir, meðan hjá teim miðalungu, gentur og dreingir 15, eru vegurin nakað longri, og tí truplari.

Gentur 10 spæla soleiðis:
03 Jul 16:05 1/4 Final H 71 Vorup FB 1

Gentur 12 spæla soleiðis:
03 Jul 12:35 1/8 Final H 71 Win. 03001201
(tvs av Stockolmspol... og Nordstrand IF 2)

Gentur 15 spæla soleiðis:
03 Jul 08:30 1/32 Final H 71 Skaun HK

Dreingir 15 spæla soleiðis:
03 Jul 10:15 1/32 Final Elan Sportif Redonnais H 71

Dreingir 13 spæla soleiðis:
03 Jul 12:35 1/16 Final H 71 1 H43 Lund 2

Dreingir 11 spæla soleiðis:
03 Jul 10:50 1/8 Final H 71 2 IK Sävehof 1

Dreingir 10 spæla soleiðis:
03 Jul 15:30 1/4 Final H 71 IK Sävehof 3

Meiri verður at frætta í morgin, tá ivaleyst nøkur ikki hava havt eydnuna við sær, nøkur hava. Óansæð er flott avrik at koma í A-endaumfarið.

Og hasi, ið ikki megnaðu A-umfarið, hava apsalutt einki at angra seg um, tí at koma langt, kanska enntá vinna B-finaluna, tað er ikki heilt galið eiheldur. Eisini eitt avrik.

Og annars snýr tað seg um at taka nakrar royndir við sær, tí tað skal vera stutligt at spæla hondbólt: men tað er BARA stuttligt, um tú stríðist--sum galt tað lívið!

Alt tað besta í morgin, og minnist til sólkrem og at drekka nógv vatn... og har komu so enn eini heilsuráð. UPS!



---
Samlað yvirlit yvir deildir, dystir og støður hjá H71 kanst tú lesa her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com