fríggjadagur, 3. juli 2015

Finalupláss í Partille


Skrivað hevur: Agga Niclasen

H71 2 í Dreingir 11 vunnu ídag sínar dystir og skulu einki mætari enn spæla um gull í morgin. Partille-gull--heilt fantastiskt!

Eg minnist nakrar Neistagentur vinna fyri nøkrum árum síðani. Gentur 14, meini eg. Hetta er, so vítt eg veit, fyrstu ferð, at nakað føroyskt lið hevur vunnið kappingina, har nógvir smáir marginalar og hegni skal fella rætta vegin.

Sum sagt, eitt bragd.

Finalan verður spæld á Heden Arena kl. 10 í morginári. Dekan fari, sum hetta verður spennandi.

Dreingir 10 avrikaðu eisini í denn grad. Teir vóru ein dyst frá at koma í finaluna. Tað vóru bara nakrir kroatar, ið steðgaðu teimum seinnapartin. Men eitt hálvfinalupláss og gott spæl er apsalutt vert at taka við sær. Og taka teir hetta við sær til heimligu kappingina og venjingarnar, har botnurin verður lagdur, iðan, tá boðar frá góðum fyri 188.

Dreingir 13 H71 1 komu í 1/8-parts finaluna. Eisini eitt serstakliga gott úrslit. Skanderborg HB eru ivaleyst eitt gott lið, tí okkara lið er ikki at kimsa at. Teir plaga at rudda alla mótstøðu til viks í FO, so tað er bara at koyra á herheima, og so koyra á aftur til næstu Partille-kapping. Hvat forrestin er galdandi fyri øll ið. So langt er heldur ikki upp á tindin... og eg fari ikki eingong at tosa um dómararnar:)

Deingir 15 kláraðu tí fyrstu forðingina í endaspælinum, men taptu síðani fyri kekkum. Hetta má eisini metast sum eitt væla úrslit. Bara tað, at koma í A-bólkin er frágera væl avrikað. Tað er ofta í eldru árgangunum, at vakstarlag, styrki og hædd, ger munin. Ein ávísan og, til tíðir, avgerandi mun. Men tað er bar at koyra á, tí tað er tann akkumuleraða menningin hjá hvørjum leikara sær og aldursbólkinum, eisini liðinum, ið hevur fremsta priritet hjá H71.

Gentur 10 komu í fjórðingsfinaluna í A-bólkinum, men har steðgaði so ævintýrið. Men, aftur, eitt fjórðingsfinalupláss er apsalutt alla æru vert. Har taptu tær 9-6 fyri Vorup FB 1 úr Danmark. Síðstnevndu endaðu í finaluni. So tað er ikki so langt "á mál":)

Gentur 12 komu so sannilig eisini í fjóðringsfinaluna í sama endaspæli. Óluksáliga flott, og við sindur meiri hepni, so er tað so oftani í slíkum umstøðum, klima og øðrvísi umstøðum annars!, ja, so hevði borið uppaftur betri til. Men framúr úrslit.

Gentur 15 taptu við einum máli, í alrasísðta sekundi, ímóti norskum liði. Høvdu tær spælt dystin umaftur í meir vandum umstøðum, so hevði óivað gingið so væl betur. 4 út av 5 feðum høvdu tær vunnið handa dystin. Men marginalarnir telja, og at koma í A-bólkin er ókey, og erfaringin ríkari er gull verd á víðari hondbóltsleið.

Vit ynskja øllum okkara liðum tillukku við góðum úrslitum og hondbóltsmennandi upplivilsum.

Og, ikki minst, vit ynskja okkara dreingir 11 GÓÐA EYDNU í morgin. Koyrið á svartir!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com