leygardagur, 4. juli 2015

H71 vann Partille Cup


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- Dreingir 11 hjá H71 vunnu ídag finaluna á Heden Arena

Eftir at hava stríðst í 5 dagar hava dreingirnir hjá H71 vunnið gull í Partille Cup, heimsins størsta kapping.

36 lið vóru tilmeldað, og eftir stendur nú H71 sum vinnari.

Tað var í dramatiskum 12-11 sigri á Herning FH í Heden Arena kl. 9:30 føroyska tíð, at sigurin og gullið kom í hús.

Tað hevur verið við Mark Marcher sum ábyrgdarvenjara tvørturígjøgnum árið, at hetta bar til.

Men einki avrik uttan fenomenalar høgrahendur; og tað er júst tað, Djóni Gaard Joensen og Eyðun Samuelsen hava verið. Allir hava teir vant, havt ábyrgd av og stýrt leikgongdini frá síðulinjuni hesar dagar í Partille. Tilluku við hesum frágera avriki.

Alt H71-fylgið í Gøteborg koyrdi á. Og alt H71-fylgið eigur sín lut í hesum bragdi. Vit tosa venjarar og hjálparfólk, øll íðkandi hjá H71 sum heild, serstakliga teir, ið dagliga venja saman við teimum, og so foreldur.

Hetta er ein sigur fyri Hoyvík og føroyskan hondbólt.

Hjartaliga tillukku við heitinum sum Partille Cup-meistarir. Hjartaliga tillukku.

---
Á www.in.fo hevur eitt innslag im sama evni, og har hava teir eitt prát við Eyðun Samuelsen, ein av fjepparunum hjá gullvinnarunum.

---
Vit á heimasíðuni sakna enn at fáa myndir úr Svøríki. Tað er tann einfalda orsøkin til fáu myndirnar her á heimasíðuni og í myndasavninum.
Ikki bøla upp á myndirnar - latið okkum fáa eitt einta k :)
 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com