fríggjadagur, 24. juli 2015

H71 myndar bygdina úteftir!


Skrivað hevur: Elin Winther Poulsen

Mynd: Inga Dahl

Tað siga Katrin og Petur Dahl, sum eru millum trúgvastu áskoðararnar, tá H71 spælir.

Hendan greinin stóð í H71-faldara nummar 1 frá leikárinum 2013-2014.

Bara so at ongin misskiljing skal koma í: Í greinini verður Sigmundur Dahl nevndur sum leikari í "komandi kappingarári"; talan er um kappingarárið 2013/14 , sjálvandi. Í skrivandi løtu kenna vit ikki leikarahópin á okkara bestaliði komandi kappingarár.

---

Tá H-71 spælir heimadyst, kunnu vit vera púra vís í, at millum áskoðararnar eru Katrin og Petur Dahl at síggja. Katrin og Petur eru kendar bygdarmyndir í Hoyvík, kanska serliga millum tey, sum ikki eru børn longur. Og serliga millum teirra, sum hava gingið í Hoyvíkar Skúla. Tí í nógv ár var Petur skúlastjóri har og heldur seg tí eiga ein part av øllum teimum børnum, sum hava gingið í skúlanum.



Sjálvur nevnir hann júst hetta sum eina møguliga orsøk til, at hann ikki hugdi so nógv eftir hondbólti og ikki var so involverður í H-71, fyrrenn hann gjørdist pensionistur:
– Tá tú hevði hasar dreingirnar allan dagin, hví so renna aftaná teimum í frítíðini, eisini? spyr hann við einum skálkabrosi.

At tey ikki hugdu eftir hondbólti tey árini, harmast serliga Katrin um nú. Dótturin, Inga, spældi við Neistanum, men foreldrini sóu ikki nógvar dystir, sum hon spældi:
– Tá vóru ikki stundir, eg hevði so nógv annað um oyruni, sigur Katrin, sum umframt at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur – seinnu árini sum leiðari á Hvíldarheiminum, Naina – eisini sat í býráðnum í nógv ár.

Men tíðina, sum børnini ikki fingu, fáa ommu– og abbabørnini nú. Stór sum smá spæla tey við H-71. Og elsti ommu– og abba-sonurin, Sigmundur, man vera eitt av høvuðs-málunum, tá Katrin og Petur spáka sær niðan í Hoyvíkshøllina. Sigmundur Dahl, sum hevur spælt á besta liðnum í fleiri ár, verður aftur at síggja komandi kappingarár, og tað gleðast omman og abbin um.
At tað sjálvandi serliga er Sigmundi, tey hyggja eftir á vøllinum, viðganga omman og abbin erpin.
 

Væl móttikin

Katrin og Petur halda, at saman við Hoyvíkar Skúla, og nú eisini Skúlanum við Løgmanna-breyt, hava kirkjan og Hoyvíkshøllin havt stóran týdning fyri Hoyvíkina. Og tey eru bæði sannførd um, at H-71 eigur stóran part í góða samanhaldinum í bygdini. Felagið gevur ein samleika, og myndar bygdina úteftir, siga tey. At øll bygdin so hevur „sligið ring“ um felagið, halda tey vera ómetaliga stuttligt.

Nevndin og tey, sum hjálpa til í felagnum, fáa eisini nøkur orð við á vegnum:
– Vit verða so fantastiska væl móttikin í høllini og tá stórir dystir eru og nógvir áskoð-arar, er altíð onkur, sum syrgir fyri, at vit fáa sess, tí tey hava sett nakrar sessir av til „okkum gomlu“ fegnast tey bæði um.
 

Vilja fegin stuðla

Katrin og Petur hava ongantíð verið bangin fyri at bróta upp um ermar, og soleiðis er fram-vegis. Manga breyðflísina hava tey smurt til dystir og onnur tiltøk.

Soleiðis var eisini tann minniliga dagin í 2011, tá H-71 tapti seinnu finaluna móti kollfirðingum í Hoyvík. Tá høvdu tey bæði borið breyðmaskinuna niðan og sótu so hugagóð í H-71 hølunum og smurdu breyð til veitsluna, sum vera skuldi, tá gullið var komið til Hoyvíkar. Hetta gjørdist tó ikki so, tí vit noyddust jú tann langa túrin til Kollafjarðar dagin eftir at spæla triðju finaluna. Tá bar til, gullið kom til høldar, og breyðið varð etið.

– Ja, tað minnist eg væl, sigur Petur. Tá hevði eg gron! Men dagin eftir var sjálvandi alt gloymt. Og munnu Katrin og Petur ikki bera breyðmaskinuna niðan aftur til várs, tá breyð aftur skal smyrjast?! Bæði siga tey seg fegin vilja taka eina hond í, har tey kunnu:
– Okkum dámar tað væl, og vit vilja fegin stuðla. Tað er gull vert at hava okkurt at fara til, nú vit eru pensionerað.
 

Til allar dystirnar

Katrin og Petur ætla at síggja allar heimadyst-irnar, og tá kappingin er komin í helvt, fer ikki ein dystur aftur við borðinum, uttan at tey bæði eru millum áskoðararnar. Tá plaga tey eisini at fara við, tá Sigmundur og hinir í bestu deildini spæla á bygd.

So tað er við spenningi, at familjan Dahl fer undir eitt nýtt kappingarár – ommu– og abbasonurin sum ein av hollastu spælarunum á besta liðnum í Hoyvík, og tey bæði eldru sum trúgvir og spentir áskoðarar



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com