týsdagur, 18. august 2015
Bónus heldur fram sum høvuðsstuðul hjá H71.
H71 er komið væl áleiðis í sínum fyrireikingum til komandi kappingarár, sum byrjar hjá besta mansliðnum tann 19. september.
Mansliðið hjá H71 er sett saman av ungum evnaríkum leikarum, og harumframt hava vit fingið styrk í ár við tað, at Peter Krogh er komin aftur at í hópin. Peter Krogh hevur leikt í bestu donsku deildini áður og skal eisini verða venjari hjá nýggja kvinnuliðnum hjá H71.
Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen halda fram sum venjarar hjá besta mansliðnum.
H71 fegnast um, at samstarvið við Bónus frá undanfarnu árum heldur fram, tí uttan góðar stuðlar ber ikki til at reka eitt hondfóltsfelag í dag.
Bónus og H71 hava undirskrivað stuðulsavtalu, sum ger, at Bónus heldur fram sum høvuðsstuðul hjá hondbóltsfelagnum í Hoyvík komandi kappingarár. Avtalan er galdandi í 2 ár.
Á myndini eru Helgi H. Hoydal og Jónas G. Djurhuus frá besta mansliðnum hjá H71 saman við Regini W. Dalsgaard, marknaðarstjóri í SMS, sum eigur Bónus-handlarnar.
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |