9. september 2015

Venjingar og dystir á Sandi


Nú í vikuskiftinum skal besta mansliðið hjá H71 á venjingarlegu í Sandoynni.

Liðið skal búgva á Hotel Skálavík og skal spæla dystir og venja í nýggju høllini á Sandi.

Sunnudagin verða venjingardystir móti KÍF og Kyndli. Byrjað verður kl. 13.00.
 

Broytt lið

Liðið hjá H71 er nakað broytt frá undanfarna ári. Vit hava mist týðandi leikarar sum Hall Biskopstø, Boga Davidsen og Rúna Højgaard. Eisini málmaðurin Hanus Kristiansen er farin til Danmarkar. Í staðin hava vit fingið Jóhan Hofgaard aftur úr Norra. Petur Krogh er eisini nýggjur leikari á FTZ liðnum, og vit hava eisini fingið Jónas G. Djurhuus aftur í hópin, eftir at hann hevur verið skaddur eitt heilt ár við krossbandsskaða.

Onkrir nýggir ungir leikarar venja nú eisini við besta liðnum, og hvør veit, um vit ikki fara at síggja Boas Heinesen og Rasmus Rosendal fáa debut í ár.
 

Kappingin byrjar skjótt

Venjingarlegan er liður í fyrireikingunum til kappingin í sonevndu FTZ deildini, sum byrjar seinri í september. H71 spælir sín fyrsta dyst mikukvøldið tann 23. september kl. 20 móti Neistanum í høllini á Hálsi.
Hondbóltssambandið er byrjað at gera kappingarskránna, og í skrivandi løtu eru landskappingarnar hjá Hvonn-deildini (bestu kvinnulið) og FTZ-deildini klárar. Kappingaryvirlitið finnur tú her á Úrslitatænastuni.

---
Sandoyarportalurin hevur eisini grein um venjingarleguna hana kanst tú lesa her.




Myndina av sermerktu Ítróttarhøllini á Sandi hava vit lænt frá Sandoyarportalinum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo