hósdagur, 17. september 2015
Kappingarárið 2015-16 verður H71 umboðað av heili 11 honveruliðum í hesum kappingarári. Tað er kanska ikki so merkisvert longur; hetta, at H71 hevur nógv gentu- ella konufólkalið.
Í longri tíð hevur felagið veruliga raðfest og miðvíst arbeitt við at grunda og styrkja konufólkasíðuna. Góðir venjarir og hjálparvenjarir. Venjingarlegur og alskyns kappingar. Og, ikki minst, nógvar og dygdargóðar venjingar.
At so er, síggja vit aftur í tilmeldaðum liðum í gentur 17. Har eru tvey lið tilmeldað, men har kundu væl verið trý--um vit togdu tað bara eitt vet. Men tvey góð lið í gentur 17 er ikki at forsmáa. Serliga hesin aldursbólkur, sum nevniliga er ein eitt sindur viðbrekin ein av slagnum: at har hondbólturin og H71 fekk samlaðu konsentratiónina í yngru árum, sleppur hann ikki heilt so snikkaleysur nakað inni í tannáringaaldrinum.
So hetta er gott. Og støðan er eisini góð hjá øðrum feløgum, skal líka viðmerkjast.
Tað, sum ber frá í ár í mun til undanfarin ár, ella nýligani, er at H71 nú aftur--og sambært ætlan--hevur eitt kvinnulið. Og komið fyri at vera. Eitt kemur so í Hvonn-deildina um ikki so longi, men vit fara eisini at hava tørv á og ríkiligt av tilfeingi at manna eitt gedigent 1. deildarlið herífrá og til afturkomu Krists.
Síðstu ferð, vit høvdu eitt 1. deildarlið, ja tað var við Simonu (hjá Bogdan) í 2010 og '11; tá spældi eisini Daniella og Mona Breckmann við, og so nakrar aðrar, sindur meiri lokalar ungdamur við. Úrslitini vóru á heilt góðari leið, alt eftir huglagnum og hvussu væl tær vóru mannaðar.
Fyrsti dystur hjá H71 er á útivølli, í Høllini á Hálsi leygardagin 3. oktober kl. 19:30 ímóti Kyndli.
Seks lið eru í deildini, 1. deild kvinnur at navni. Harímillum eru eiðisdamur, EB. Hugaligt við nýggjum liðum, og hugaligt hjá hondbóltsferðandi at finna útav, um tey megna setningin at finna hasa høllina.
Sjálvur eri eg ikki so grúuliga geografiskt tornæmur, men frata eisini sum eg eri sannførdur um, at tað mátti verið dekan meiri takksamt at verið spinndoktari hjá Zachariasi Wang--tann annars altíð so framúr undirhaldandi og vitandi Zacharias:)--enn at átaka sær sína jomfrúferð til Høllina á Eiði .
Óansæð, dystirnir ella kappingarskráin hjá 1. deild kvinnur er útkomin, og leinkjan er her.
Góða eydnu tit damur, stríðist fyri eini svartari framtíð!
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |