mikudagur, 23. september 2015
Í kvøld byrja vit aftur. Ella, sum vit í hondbóltinum plaga at taka til, lívið byrjar aftur.
Sum vanligt er tað Neistin, vit møta. Og sum vanligt fáa vit ivaleyst brúk fyri øllum stríðshuga til tess at basa eini alsamt meiri bastantúm bláljósi, bæði innanvalla og uttanvalla.
Meðan vit uppliva nógvar grundleggjandi broytingar í hópinum hvørt ár, so hevur tað víst seg, at Neistamenn, eins og kollfirðingar í nøkur ár, eru sloppnir rættiliga snikkaleysir.
Altso, ikki tann stóra útskiftingin í hópinum í mun til ta broyting, hoyvíkingar eru fyri.
Og í ár er einki undantak. Vit missa Hall Biskupstø, Boga Davidsen og Rúna V. Højgaard. Men tilgongdin er tó ikki at kimsa at. Tórhald at byrja við, Jónas afturvendur frá skaða, og so Peter Krogh. Her tosa vit geitabukkar millum lomb.
Peter er góður leikari, gott skot, men fyrst av øllum hevur hann vinnarahugburð, eisini til venjing.
Í ár hevði verið frálíkt at byrjað kappingarárið í nýggju FTZ-deildini við stigum. Helst báðum.
Men so er alneyðugt, at hoyvíkingar møta upp og vísa hondbólts-Føroyum, at framtíðin er so kola-svørt.
Koyr á Tit Svørtu!
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |