mikudagur, 23. september 2015
Myndir: Jan Sørensen
Neistin smurdi okkum av í fyrsta dystinum í fjør, og tí er tað hugaligt, at in.fo skrivar, at H71 smurdi Neistan av í fyrsta dystinum í ár.
Fyrstu 15 minuttirnar var ringt at taka dagar ímillum, hvat av liðunum var tað betra. Liðini fylgdust, til støðan var 6-6, og tá vóru um 16 minuttir leiktir. Stutt frammanundan hevði H71 tikið eitt time-out, og møguliga var tað úrslitið av hesum, sum sást, tí Neistin steðgaði upp og kom ongantíð aftur í dystin eftir hetta. Hálvleiksstøðan var 14-9 til H71.
Seinni hálvleikur hevði eina gongd, har H71 støðugt legði meira afturat, spakuliga men stútt. Tað var onki sum bendi á, at Neistin hevði nakran trumf at tveita í spælið, og tí gjørdist endaliga úrslitið 27-16 til H71.
Í mun til í fjør er stór útskifting av leikarum. Bogi Davidsen, Hallur Biskupstøð, Rúni Højgaard, Hanus Kristiansen og Jesper eru farnir uttanlands, men liðið kláraði seg tó heilt væl við hesi nýggju manningini. Nú eru ikki so nógvir nýggir, men heldur kunnu vit siga, at nú eru tað aðrir, sum sleppa framat.
Nýggi útlendski leikarin, Peter Krogh, var óheppin og meiðslaði sær fótin so mikið illa, at hann fekk ikki spælt meira enn teir fyrstu 15 minuttirnar. Óvist er, hvussu álvarsligt tað er. Hesa stuttu løtuna skoraði hann trý av teimum seks málunum, ið tá vóru skotin. Eisini sást, at hann var ágrýtin og hevði eitt kraftmikið skot.
Tað góða er, at sjálvt um ein av mettu styrkunum ikki fekk spælt, so megnaði liðið at spæla góðan hondbólt og vinna uttan stórvegis trupulleikar.
Fyrstu løtuna sýntust teir reiðiliga væl skipaðir í verjuni, og nýggju málverjarnir tóktust reiðiliga góðir. Hetta gav ávísar trupulleikar hjá okkara monnum í álopi. Djumic var aftur at síggja sum strika, og har er hann ómetaliga ringur at halda og ósvikaliga tryggur í skotunum.
Als ikki so galið hjá okkum. Vit gleða okkum longu til næsta dyst, sum er leygarkvøldið kl 18 móti StÍF.
Nú fyrsta umfar er um at vera spælt (TK manglar), so kann ein loyva sær varisliga at gita um tey betru liðini í 2015/16. Soleiðis sum dystirnir háttaðu sær, sær tað út til, at StÍF er styrknað munandi samanborið við í fjør, og tað sama við KÍF. VÍF er hinvegin viknað nakað men eru enn tó reiðiliga sterkir. Roknast kann tí við, at toppurin á stigatalvuni verður mannaður av KÍF, StÌF, VÍF og H71. Seinni kunnu vit so eftirmeta og rætta styrkismetri.
Dómaraseðil
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |