fríggjadagur, 25. september 2015
Leygardagin er aftur dystur. Og aftur á heimavølli.
Eingin hagfrøðingur eri eg, men eg havi tó roknað meg til, at vinnur tú allar heimadystir, mestsum!, og vinnur onkran útidyst eisini, so ert tú í FM-finaluni, sum 2'ari helst.
So eftir ein trivaligan sigur á Neistanum, har bláljósini í álvara blivu sløkt, er eittans at gera: koyra á við sama intensiteti og hunguri at vinna sum mikukvøldið.
Vegna foreldrafund var eg ikki til staðar í høllini mikukvøld, men kortini ber ikki til ikki at frætta nakað um dystin og hugburðin hjá leikarunum. Tað er í hesum, at tú alt fyri eitt sært, hvørt teir eru finaluklárir ella ei.
Hvat liðið og manningin um liðið ætlar sær, ja tað hava teir ivaleyst tosað um innanhýsis í skiftingarrúminum og til onkra venjing. Men eins og í fjør eri eg vísur í, at spælir liðið í høgum geari og við einum veti av skili eisini, hvat onkuntíð manglar, so fáa vit aftur í ár eini góð páskir.
Hópurin er ikki eins breiður og í fjør, men dygdin er tann sama, um ikki betri. Fleiri variantar at spæla uppá. Fleiri vápn.
Nú er tað so StÍf, ið skal royna seg í Hoyvíkshøllini. Tað endar sikkurt við, soleiðis einar 4 minuttir fyri leiklok, at H71 spælir við 4 monnum og afturút við fýra málum, at vit vinna dystin við 4 málum... um vit skulu brúka historikkin hjá strandingum frá í fjør og higartil í ár, bara ein dystur!, sum lakmusroynd.
Vit fáa at síggja. Men eitt er so bumbusikkurt: eru vit ikki líka avgjørdir og stríðsviljaðir og liðspælandi sum ímóti Neistanum, tá verða tað 2 stig eftir 2 dystir, heldur enn frálík 4 stig eftir 2 dystir.
Kappingin er hørð í ár, kanska ikki nakað lið eins suverent sum vit hava upplivað farnu ár, men hinvegin eru fleiri góð ella betri lið. Hetta borgar fyri spennandi dystum og, ikki minst, góðari og áhugaverdari landskapping.
Vit gleða okkum, og hoyrist fjepparafjøldin eins væl og hon kann, so er 8. maður garantur fyri 2-3 mál afturat.
Koyr á Hoyvík, koyr á H71!!!!!!!
16. februar
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |