leygardagur, 26. september 2015

Kundi farið báðar vegir


H71-StÍF: 25-22 (12-11)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Hetta var ikki nakar góður dystur, og vit kunnu bert fegnast, at tey tvey stigini lógu eftir í Hoyvík.

StÍF kláraði seg væl í dystinum móti VÍF, men minst á stokkinum. Roknast kundi tí við einum spennandi dysti í dag millum H71 og StÍF.
 

Dystargongd

Fyrri hálvleikur var javnur í allar mátar. Liðini at kalla speglaðu hvørt annað. Sjálvt um strandingar høvdu leiklutin at renna aftaná, so vóru teir ongantíð langt aftanfyri. Eina løtu var støðan 5-2 til H71, men tað gekk bara lítil løta, til gestirnir høvdu tikið munin aftur.

Hálvleiksstøðan var 12-11 til H71.

Í seinna hálvleiki sá fyrstu løtuna út til, at H71 hevði lindi til at leggja seg eini 2-3 mál framum, men tá 14 minuttir vóru leiktir, var støðan 18-18. Hetta var fyrstu ferð í dystinum, at StÍF ikki lá aftanfyri. Júst sum við Neistandystinum, so sá tað út til at eitt time-out var júst tað rætta til at fáa nøkur ting at rigga, tí munurin øktist upp í trý mál beinanveg, til støðuna 21-18 (19 min.), og tá seks min. vóru eftir, var málmunurin komin upp í fýra (23-19). Dysturin sýntist avgjørdur, men gestirnir megnaðu at skora tríggjar ferðir upp í slag, soleiðis at bert eitt mál var á muni (23-22).

Í veruleikanum kundi dysturin farið báðar vegir, men ein stórspælandi Ári Dam bjargaði okkum sigurin við at gera fleiri avbera flottar bjargingar í eyðsýndum málstøðum, og tí gjørdist endaliga úrslitið 25-22 til H71.
 

Samanumtikið

Hetta var ikki nakar góður dystur, og vit kunnu bert fegnast, at tey tvey stigini lógu eftir í Hoyvík.

Stóran part av seinna hálvleiki valdu gestirnir at mansverja bæði Peter og Mark, soleiðis at bert fýra spældu í verju og álopi, tá gestirnir vardu. Her sást at okkurt manglar at venja, tí roknast kann við, at hetta ikki verður seinastu ferð, at onkur roynir hesa uppskrift.

Vit megnaðu at vinna, men dysturin í dag verður ikki mintur fyri tað góða spælið.

Ári Dam var matchvinnari, hann bjargaði okkum undan tapi móti endanum, og yvirhøvur spældi hann ein avbera góðan dyst. Klárt dagsins maður.
 

Støðan

Vit hava nú spælt tveir dystir og hava fulla úrtøku (4 stig). Næstu ferð verður tað VÍF, sum eisini hevur vunnið báðar sínar dystir. Spennandi verður í tí, vit kunnu kalla fysta topdystinum í ár. Tá fáa vit eina ábending um, hvussu gongdin man fara at verða.

Dómaraseðil.
 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Petur Skeel Dahl   210135 PeturSD@Olivant.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com