mánadagur, 28. september 2015
Aftur í ár vóru gentur føddar í 2000 túr á Tvøroyri. Og, aftur í ár, við vælvild frá Dam-familjuni, ið leggur hús til. Nøkur ting ella hendingar ganga aftur, og so var aftur í ár.
Kappingar, ella avbjóðingar. Rennitúrur. Svimjihylurin. Venjing í Vági. Og venjing í gamla skúla, í fimleikahøllini. AV tí at tungvenjing er nú, var hesin síðsti partur av tí sama ikki so... tungur.
Og tá føstulávint, so eisini tunnusláttur. Bæði foreldur og gentur, og onkuntíð eisini systkin við. Vit hava talt heilt upp í 22 gistandi, og so hava hartil onnur verið við í ferðaliðnum, men búð aðrasteðs á Tvøroyri.
Og so døgurðin leygarkvøldið. Sámal keypir inn, kokkast, meðan vit livandi deyðu, Ragnar og eg, flisa epl og skera grønmeti í rættari stødd, meðan Hallur coach skræðir seg um, ja, øll viðurskifti.
Í ár var so eisini grillin tikin við, so hóast matarskráin er tann sama altíð, so var grillaður oksabúffur nakað nýtt í so máta.
Og eins og onnur, ið hava nakað at siga, hava sína virðisløn, Oscar, Bodil, Emmy, Pulitzer, Bafta, Booker og so víðari, hava vit eisini ein. Aggasa. Eitt navn og annað:)
Hetta var triðja í røðini. Undanfarnu ár hava Beinta R. Dam og Maria H. Weyhe vunnið. Í ár hevur ongin leikari skarað framúr, so vinnarin var "Vit"--foreldrini!
Prísurin fyri Aggasa var Tróndur Enni, sum til satt yvirraskilsi og frøi kom leitaði sær niðan á vegin at synja nøkur løg. Óførur gestus. Hann kom áðrenn døgurða, tvs eftir ungdamurnar høvdu etið, men áðrenn vit høvdu etið, so hann setti seg saman við okkum til háborðs.
Fyrr á degnum høvdu vit skipað fyri Avbjóðingini, har páparnir hvødu býtt genturnar í tríggjar bólkar, hóskandi bólkar. Hvør bólkur sær skuldi loysa nakrar uppgávur, harímillum finna Trónd Enni, taka mynd saman við honum og fáa hann at syngja Av fólki sum tær [ter], 1. ørindi og niðurlag.
Ein onnur avbjóðing var at finna tríggjar hissini borgarar í býnum og fáa teir at gera eina 'jubelsenu'. Hetta skuldi takast upp. Hetta krevur dirvi ella bara null smædni. Ein bólkur hevði fingið prest at vera við í jubelsenuni. Sig so tað!
Onkur siðsøgulig avbjóðing var eisini á skránni: at finna Fiskaplássið, greiða frá virkseminum og upplýsa, nær virksemið helt uppat.
Alt í alt eitt framúr vikuskifti.
Leingi livi H71!
---
Her er "jubelsenan" av Tvøroyri; meira sæst í myndasavninum her høgrumegin.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |