mikudagur, 30. september 2015

Tilmeldingardagur


Fríggjakvøldið 2. oktober kl. 18-20:30 verður árligi tilmeldingardagurin hjá H71 í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Her ber til at melda seg sum lim í H71, um hugur er at venja og spæla við H71.
Leikararnir fáa tilmeldingarblusu sína, tá rindað er fyri kappingarárið.

Vit kundu hugsað okkum, at fólk hava eitt fat við til matna, so vit kunnu eta ein nátturðabita saman.
Talan má vera um mat, sum kann etast "við fingrunum" :)
 

Limagjald

Prísirnir eru broyttir nakað komandi kappingarár:
U6: 500 kr
U8: 800 kr
U10: 1.000 kr
U12: 1.000 kr
U14, U16, U17, U18, kvinnur og menn: 1.200 kr

Til ber at rinda við eitt umvegis ASKUR ella í Skúlanum við Løgmannabreyt fríggjakvøldið.
Fyri árgangirnar, har tilmeldingargjalið er 1.000 kr og 1.200 kr, kann gjaldast í tveimum: oktober og januar.
 

Tilmelding

Tilmelding skal gerast í skipanini ASKUR hjá Ítróttarsambandi Føroya.
Og her ber eisini til at gjalda limagjaldið.

Les um ASKUR, tilmelding, gjalding og limaviðurskiftir her.

Beinleiðis leinkjuna til hetta finnur tú her á forsíðuni:

 

Skrá fyri tilmeldingardagin

*Vælkomin
*Komandi kappingarár
*Høvið at heilsa uppá fleiri av venjarunum komandi kappingarár
*Partilleferðin 2015

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur og at heilsa upp á nýggjar leikarar og foreldur, við vón og ynski um enn eitt mennandi kappingarár.

Vit kunnu skjóta uppí, at tá kappingarárið er byrjað, fara vit at hava foreldrafund.

Við hondbóltskvøðu,

Nevndin



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com