leygardagur, 3. oktober 2015
H71 hevur aftur fingið eitt kvinnulið, og í kvøld, leygarkvøld, skula tær spæla sín fyrsta dyst.
Kvinnurnar spæla í 1. deild, sum er næstbesta deildin hjá kvinnum.
Hesin fyrsti dysturin er móti Kyndli. Í kvøld, leygarkvøld. Í Høllini á Hálsi í Havn. Klokkan 19:30.
Tær eru einar 26 (jeps: tjúgu-seks!), sum eru meldaðar til liðið. Talan er um damur, sum hava spælt seg upp gjøgnum árgangirnar í H71, nakrar, sum aftan á áralangan steðg aftur hava fingið sær harpiks á fingrarnar, og so nakrar, sum eru komnar frá øðrum liðum. Petur Martin Johansen og Peter Krogh standa fyri leikligu venjingunum, Tróndur Arge hevur styrivenjingarnar undir hond.
Kappingaryvirlitið hjá 1. deild kvinnur er her á Úrslitatænastuni.
Ivast onga løtu í, at damurnar hjá okkum verða sera glaðar, um eisini tú kemur at stuðla teimum :)
So Barnbaby, Vild Med Dans, X-faktor og alt hatta har - lat tað nú bara liggja á hesum sinni. Um illa vil til, so verður tað endursent einaferð í framtíðini.
Tíðin verður betri givin út við at stuðla kvinnuliðinum hjá okkum.
Mínar damur: gangist tykkum væl!
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |