sunnudagur, 4. oktober 2015

Totalt góðkent avrik


1. deild kvinnur, Kyndil - H71: 37-25 (15-12)


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Dysturin gjárakvøldið í Høllini á Hálsi var fyrsti dystur í fýra ár hjá kvinnuliði í svørtum. 1. deild er næstbesta deild í føroyskum kvinnuhondbólti.

Fyri ikki so nógvum árum síðani var kappingarleisturin so, at tú hevði niður- og uppflyting. Og vit skulu nevniliga ikki so nógv meiri enn ein neva av árum aftur, tá Kyndil flutti niður í hesa næstbestu deild... bara at rúka upp aftur árið eftir við nøkrum heilt ungum damum.

Gløgg avgerð, tí tað eru hesar gentur, give and take, saman við onkurm erfarnum damum, ið mynda Kyndils-liðið í bestudeildini í dag; og á leið hesar gentur, sum fyrraárið vunnu gull og aðramáta hava dominerað føroyskan kvinnuhondbólt saman við Neistanum, tá kapping frá Stjørnuni og Tjaldrinum fór í ommuna.

Leksjan er, at leiðin úr næstbestu til ovast í bestu deild er møtimikil, men als ikki ómøgulig.

Eingin visti heilt, hvat vit kundu vænta okkum av okkara kvinnuliði. Onkrar lokalar, onkrar afturvendnar damur ella damur, sum í grundini hoyra til Hoyvíkina, hvat ein og hvør í familju við Djurhuus-klanina í 188 vælsaktans ger, og so onkrar aðrasteðs frá. Allar líka vælkomnar.

Nógvir H71arir vóru savnaðir í grønu høll, hvat var hugaligt, og sikkurt serliga fyri spælararnar. Men tá vit so sóu, hvussu Kyndil stillaði upp, eitt fullblóðs Hvonn-lið minus 16 ára gamla høgravongin, tá byrjaðu fólk at missa mótið, "vit verða spønað" og "hetta verður ein flóv ein".

Gamaní, vit vistu, at har býr krút í teim svartklæddu kvinnunum. Men hetta var sterkt Kyndilslið. Finalulið í bestdeild í fjør... mestsum. Men píkasjey sum okkara damur tóku okkum á bóli. Tær spældu fínan hondbólt. Fínan!
Ókey, tær taptu, tær taptu 37-25, men langt inn í dystin vóru vit væl við; onkuntíð 2-3 mál, onkuntíð 4-5. Tað var fyrst tað síðsta korterið, tað skrædnaði í takt við, at orkan gekk undan.
Turið Arge Samuelsen spældi fyrst tað mesta av einum hvonn-dysti, síðani allan dystin ímóti H71 í deildini niðriundir. Ikki eiti á orku. Men kortini briljeraði hon. Eg loyvi mær at fara so langt sum at siga, at uttan hana á Kyndlaliðnum, so hevði H71 vunnið 25-1, tí hon skoraði og skoraði og skoraði og skoraði og skoraði og skoraði.

Her var ein vindmylla, ið vildi nakað. Óansæð, H71-damurnar spældu væl. Til tíðir óvanliga væl. Langskot, spæl inn á strikuna til Duritu, sum fekk nógv burturúr. Hon fyllir nógv, men væl meiri umráðandi er, at hon er flytilig og relativt skjót; loftar væl, brúkar høvdið og avsluttar, soa t hasin forbrendi bólturin faktiskt fer í mál, hvat alt alt alt ov nógvir leikarir í FO, menn sum kvinnur, ikki finna útav.

Og so spæl út á vongin, báðar vengur, sum úrslit av góðum pressi úr miðjuni, har Rannvá, Bára og Sanna oftari enn ikki vístu satt Hvonn-spæl. Ongin ivi. Og so kanst tú bara ætla, hvussu fer at ganga so hvørt sum tær koma í veruliga venjing og kennskapurin gerst betri.
Har vóru aðrar, Guðrið og málmaðurin, Røskva. Og so Fríða, sum eg enn ikki havi sæð kiksað brotskast. Og so Elisabeth, Lív, Maria, Ása og Sólja.

Allar fingu leiktíð, og eingin smæddist burturúr. Eitt stuðlandi og óblandað liðavrik. So hóast tap, og tað ímóti einum trúliga góðum liði, var alt í alt nógv at fegnast um, lítið at ilsakast um.

Eg legði merki til, at venjarnir, Koffi og Peter, vóru glaðir um innsatsin. Um, serliga, álopið. Men verjan var ikki góð. Afturrenningar vóru at kalla ikki-eksisterandi, men Turið hjá Kyndli, tá í fullum stima, er mest álík enska the Mallard, heimsins skjótastu dampmaskinu.

Onkur vísti tó feit leiðaraevni, nr. 20 til dømis, sum fyri dystarbyrjan var mær ókend, men vísti dirvi og styrki og eitt no-nonsense verjuspæl, sum aleina koma at skaffa okkum stig. Meiri kvinna enn kona!

So tillukku damur, ikki so nógv við ósigrinum,men einum gedignum og út av lagi akseptablum liðavriki.

Koyr á H71, koyr á Hoyvík!

Dómaraseðil:
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com