mánadagur, 12. oktober 2015

Legg aftur - HD bjargar H71


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Fyri knapt tjúgu árum síðani hevði Finnur Helmsdal, sáli, eina fína frásøgn í hondbólti.

Finnur var íðin og nærlagdur ítróttarskrivari í Oyggjatíðindi; deiliga analytiskur, tó uttan at keða lesaran við stakittsitaríi, ið tá eins væl er óskrivað.
Í so máta var Helmsdal ikki helt ólíkur hansara arbeiðsgeva, Dan Klein, líkaleiðis kantutur og ikki ræddur fyri at siga sína hajrtans meining. Hatta vóru tíðir.


Finnur Helmsdal, sáli

Greinin eitur "Hallur bjargar H71". At so myndin vísir ein, bókstaviga sæð, flúgvandi Jákup Símun, tað kemst ivaleyst av tí, at slík fotoshots fáa vit ikki nokk av.

Men teksturin er kanska mest um Hall Danielsen, sum opinbart hevur meistrað annað enn venjing og útskifting--hóast handa Iphone'in helst ikki er so rúkandi samd í tí síðsta partinum.

Óansæð, hetta var dystur í landskappingini, í bestudeild, har Hallur bæði javnaði og legði H71 framum í avgerandi dysti ímóti Kyndli. Hetta fyri at varðveita spenningin í deildini. Málmaður hjá Kyndli var Hans á Lag, ein skansi av aðrari verð.

Tó, tað er ikki so nógv sum málmaður, eg minni st Hans, men sum síðumann gjøgnum mestsum øll skúlaárini í Nonnuskúlanum og Kommunuskúlanum, eisini nevnt Vestre Fængsel. Altso, Kommunuskúlin, ikki hin.
Av onkrari grund, okkara ymiska lyndi, hugsi eg, hildu okkara lærarar, at tað var óvanliga snilt at plasera okkum báðar, friðarliga meg og ikki so friðarliga Hans, við síðuna av hvørjumøðrum. Og rætt so, tí tað eydnaðist mær at temja hann, óavvitað, væl at merkja, meðan Hans lærdi meg at spæla Reyvarhol og Amerikano.

Finnur skrivar, at "hoyvíkingar vóru meira cool. Tey eru jú vorðin so sigursvand". Ja, hevði hann bara vitað.

Stuttligur lesnaður, serliga tá so nógv nøvn ganga aftur í føroyska hondbóltsheiminum anno 2015.

Greinin hjá Finni í Oyggjatíðindum er at lesa her á tidarrit.fo.

Góðan lesihug!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com