hósdagur, 15. oktober 2015
- bara tað var so lætt at siga, at ein sigur er eitt must!
At vinna á Kyndli er aldri lætt. Og so slett ikki, tá teir eru flúgvandi. Tá alt kemur so leikandi lætt til tín.
Við heystinum tekur vindurin jú trúliga dik á seg, so tað er væl neyvan bara orsaka av returneringini av einum klassa-málmanni og høgum strikuspælara, at grøna kraftin hevur fingið, ja, viðvind.
Tað liggur líkasum í Kyndilsa sjálvforstáilsi, at teir eiga at vinna á forstaðnum. Seta hoyvíkingar uppá pláss. Og tað kann so mikið væl henda. Um hasi firvalds-knepini hjá Mladen rigga, og tey fara at rigga, um okkara menn blunda í skotinum, hvat tíverri hendir ov ofta, so fara hasi sunnanfyri miðgeiran við einum miðalalduri á 50 pluss at tralla handa "Øll sum elska [pota tað, tær lystir í her], hoppa nú, hoppa nú".
Samanber tú liðini, grønt fyri vindorku, alternativt, men svikaligt í besta føri, svart fyri tungolju, klassiskt og kul, og altíð rakstrargott, so eru tey eins ymisk og tað, blusan súmboliserar. Eitt er erfarið við ungum sløði, meðan hittt er ungt við erfarnum sløði.
Kyndil hevur tríggjar útlendingar, ein dana, ein serba og so ein íslending. Vit tveir danir. Sleppa teir at spæla frítt, og tora høvuðsvenjarnir sær at lata síni lið spæla mano i mano, Mann gegen Mann, íðan, tá fáa vit veruliga at síggja, í hvørjum venjara, í hvørjum liði, fyri ikki at siga í hvørjum felagi, mest mannfólk býr í.
Hartil eru aðrir hondbóltssnillingar, Jónas og Helgi, Hans Kári og Pætur, og so risarnir Sigmund og Sigmund, sum í rætta andanum standa øllum øðrum kurl, eisini Finni og Jósef, Ludvíki og Høgna.
Líka so stuttligt sum tað er at vinna á Kyndli, eins nógv er átrokandi tørvur á opnum gravstaði til okkum, ið halda við H71, okkum hundraðtals hoyvíkngum ella so, ið siðvant leita sær friðskjól norðarumegin høllina--so tætt at 188 sum til ber--um vit tapa.
Tað sagt, tað eru nú stigini, vit koma eftir, ikki rættinum at arga; hann kunnu tey grønu hava fyri seg. So var tað eisini í Vestmanna. Og eins trupult tað var har, líka so trupult verður tað í Havn hóskvøldið, um ikki truplari.
Men við góðari, heilt forbiið góðari viðhaldsfjøld, ikki bara numeriskt, men í eksplosiviteti, tá fer kanska at bera til hjá okkara ungu monnum at standa ímóti tí orku, teir grønu nú einaferð fara at leggja fyri dagin.
Ein øgilig ein, tí máti skal vera við, hvussu langt afturútsigldur tú kanst loyva tær at verða eftir fyrsta umfar.
Tí vinna vit, skuldi tað hent, at vit vinna, so liggja vit 6 stig frammanfyri tað fyrr so sigursvanda mótstøðuliðið. Og, ikki at gloyma, fyri fimm dystir; tað vil siga ein dyst færri enn Juliansa menn.
Og tá er tað, at vit kunna daga eitt nevnisvert opilsi hóast enn so óluksáligani langt á mál.
Koyr á H71!
12. oktober
11. oktober
9. oktober
1. oktober
4. september
29. august
27. juni
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Símun Poulsen | 517220 | Simun@vh.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |